Bretski andstøðuflokkurin Labour hevur á lokalvalunum í gjár fingið ein lúsing frá veljarunum. Valið varð annars roknað sum fyrsta styrkiroyndin hjá floksformanninum Jeremy Corbyn. Afturgongdin sær tó ikki út til at gerast so stór, sum greinarar høvdu roknað við áðrenn valið.
Tá helvtin av atkvøðunum í Onglandi vóru taldar, hevði Labour mist 30 sessir runt um í landinum, og samtíðis var flokkurin gingin nógv aftur bæði í Skotlandi og í Wales.
Størsti spenningurin er tó í London. Roknað verður við at Sadiq Kahn úr Labour fer at taka við eftir verandi konservativa borgarstjóranum, Boris Johnson. Sadiq Kahn, sum er muslimur, hevur í veljarakanningum seinastu dagarnar ligið langt frammanfyri konservativa kappingarneytan, Zac Goldsmith.
Úrslitið av valinum í London verður ikki greitt fyrr enn seinni í dag.




