Í toppdystum hevur einki lið fingið meir enn 4 stig av teimum 9 møguligu fyrsta triðingin av kappingini.
Niðanfyri hava vit hugt eftir, hvussu liðini í Effodeildini standa seg móti ymisku bólkunum á stigatalvuni um vit bólka liðini upp í tríggjar bólkar (toppur, miðja og botnur). Og har sást enn eitt tekin um, hvussu tøtt kappingin er. Tí einki lið hevur fingið meir enn 4 stig móti topp 3. Hinvegin er bara ÍF, sum hevur fingið fulla úrtøku móti botnliðunum. Topp liðini hava øll sett stig til ein dyst móti trimum teimum niðastu liðunum. Fyri topp 5 liðini er mynstri áleið tað sama fyri hvønn bólk, meðan ÍF hevur fingið fulla úrtøku móti botnliðunum, men bara eitt stig móti trimum teimum ovastu.
Víkingur
Móti topp 3: 4 stig
Móti miðal 3: 7 stig
Móti botn 3: 7 stig
KÍ
Móti topp 3: 4
Móti miðal 3: 6
Móti botn 3: 7
B36
Móti topp 3: 4
Móti miðal 3: 6
Móti botn 3: 7
HB
Móti topp 3: 4
Móti miðal 3: 6
Móti botn 3: 7
NSÍ
Móti topp 3: 3
Móti miðal 3: 6
Móti botn 3: 6
ÍF
Móti topp 3: 1
Móti miðal 3: 4
Móti botn 3: 9
Skála
Móti topp 3: 3
Móti miðal 3: 1
Móti botn 3: 5
TB
Móti topp 3: 1
Móti miðal 3: 3
Móti botn 3: 4
AB
Móti topp 3: 2
Móti miðal 3: 1
Móti botn 3: 2
B68
Móti topp 3: 0
Móti miðal 3: 0
Móti botn 3: 2




