Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoya Bú- og Heimatænasta søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum, heilsuhjálparum og starvsfólki við køksfakligari útbúgving til fleiri av okkara búeindum

LÝSING

Brennur tú fyri at skapa góð og virðilig kor fyri tann eldra borgaran, so er tað kanska tær, vit sóknast eftir.


Høvuðsuppgávan er:

· at tryggja óhjálpnum eitt gott og virðiligt lív/deyða

· at veita hjálp til framhaldandi at liva sítt egna lív

· at stuðla til sjálvbjargni í tann mun, tað er gjørligt

· at viðlíkahalda tær sosialu relatiónir, sum persónurin hevur


Tænasturnar í Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH) verða veittar heimabúgvandi borgarum, umframt borgarum, sum búgva á teimum fimm bústovnunum hjá NBH.


Á Heiminum við Vágna eru 3 eindir, 8 fólk búgva í hvørjari. Í Norðoya Røktarheimi eru deildirnar Uppistova og Niðristova við 14 fólkum á hvørjari eind. Í sambýlinum á Heygnum búgva 16 fólk. Í Sambýlinum í Bøgøtu búgva 8 fólk.


Heimið við Vágna

Søkt verður eftir:

· Sjúkrarøktarfrøðingi við setanarbrøki 0,7 at byrja skjótast møguligt.

· Avloysara fyri sjúkrarøktarfrøðing við setanarbrøki 0,8 at byrja skjótast møguligt til 31.12.16.

· Heilsurøktara við setanarbrøki 0,7 at byrja skjótast møguligt.

· Heilsuhjálpara við setanarbrøki 0,7 at byrja skjótast møguligt.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum.


Norðoya Røktarheim

Søkt verður eftir :

· Avloysara fyri sjúkrarøktarfrøðing í varadeildarleiðarastarvi við setanarbrøki 0,8 at byrja 01.08.16 til 31.08.17. Arbeitt verður í dagvakt yrkadagar.

· Avloysara fyri sjúkrarøktarfrøðing við setanarbrøki 0,5 at byrja 01.06.16 til 15.08.17. Arbeitt verður í skiftandi vaktum.


Sambýlið á Heygnum

Søkt verður eftir:

· Heilsurøktara/heilsuhjálpara við setanarbrøki 0,75 at byrja sum skjótast. Arbeitt verður í skiftandi vaktum.


Sambýlið í Bøgøtu

Søkt verður eftir:

· Starvsfólki til køkin við setanarbrøki 0,625. Arbeitt verður í dagvakt yrkadagar. Um eingin við køksfakligari útbúgving søkir, tilskila vit okkum rætt til at seta annað starvsfólk.


Førleikakrøv til størvini

· Útbúgving svarandi til fakbólkarnar, lýst verður eftir

· Áhuga í at arbeiða við eldri borgarum

· Góð samstarvsevni

· KT-førleika á brúkarastøði


Vit kunnu bjóða

· Stórar fakligar avbjóðingar

· Eitt spennandi og sjálvstøðugt starv

· Gott samstarv við onnur fakfólk


Lønar- og setanartreytir

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær skrivstovuna hjá NBH, á tlf. 410000, yrkadagar millum kl 10-16 ella við telduposti til nbh@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til størvini sunnudagin 22. mai 2016.