Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Meðan bíðað verður eftir Panamaskjølunum

Ólavur í Mittúni

Tað finnast skjøl sum í hesum bíðitíðarbili átti at haft áhuga hjá okkara Public Servise tíðindaleiðara, skjøl sum okkara tjóð alt at hesum degi hevur grunda sín samleika á. Hesi skjøl eru í mun til Panamaskjølini atkomulig fyri hvønn tann sum hevur áhuga í Gravandi Sjournalistikki. Og sum almennur Public Service stovnur eru vit ikki so fá, sum við spenningi vænta, at her fer at vera gjørt eitt arbeiði og tað til lítar, soleiðis at tað sum enn stendur svart á hvítt annahvørt verður sannað ella avsannað. Skjølini finnast í tveimum testamentum á 1241 síður og ivaleyst finnast tey inni a Public Servise stovninum, so tað er bara at fara til verka. Tit rullaðu alt skjútsi framm fyri 140 undirskriftir!

Vit sum eru ónd, óvitandi, kærleiksleys, dømandi og halda okkum at vera so góð, vit býttu, vit sum ikki grótu gleðistár í løgtingssalinum lagnutunga dagin, vit sum ikki vóru sjónvarpaði, men sum grótu sorgartár, og sum enn gráta, vit eru tó ein tvungin partur av gjaldinum fyri svartadýkið. Tað sær út sum um vit mega fáa eina nýggja autorisiatión fyri hesi grundskjøl: frá Bispi? Edmundi? Laksafoss? ella Høgna? og fleiri ?? Her er talan um meira, enn Panamaskjøl.

Her er ikki talan um onkran kúll, sum hevur krógva nakrar krónur, men um eina kloyvda, fyri ikki at siga syndraða tjóð. Nú er ábyrgdin tykkara.

Ólavur í Mittúni