Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Magni og Sjúrður vitja føroyingafeløg í Danmark

Tíðindaskriv

Í morgin og fram til fríggjakvøldið eru fólkatingslimirnir Magni Arge og Sjúrður Skaale á vitjan hjá føroyingafeløgunum í Aalborg, Aarhus og Odense. Framløgur frá fólkatingslimunum verða á skránni og møguleiki verður eisini at seta spurningar.

Magni og Sjúrður fara at greiða frá arbeiðnum á fólkatingi og taka upp spurningar um føroyska grundlóg, loysing ella sjálvræði og uttanríkispolitisku viðurskiftini hjá Føroyum. Fólkatingslimirnir siga, at teir vóna at síggja nógvar føroyingar til nøkur hugnalig kvøld og leggja dent á, at tiltøkini eru fyrst og fremst fyri at hitta og tosa við føroyingar í Danmark.

Byrjað verður í Aalborg mikukvøldið, síðani verður farið til Aarhus hóskvøldið og síðsta tiltakið verður í Odense fríggjakvøldið. Øll tiltøkini byrja kl. 20:00.