Flemming Born er hálvur føroyingur og leygardagin hevur hann fernisering í Ribarhúsi í Fuglafirði. Ferniseringin verður klokkan 16, tá Jógvan Joensen syngur og spælir. Framsýningin verður opin til 10. juni.

Skyldmaðurin, Flemming, er ein sjáldsamur listamaður. Havi altíð verið hugtikin av hansara tekningum og málningum, grafikki og skapum í viði og steini. Hann er føddur og uppvaksin á Eysturbrúgv í Keypmannahavn. Mamman, Sigrid mostir, var ættað úr Ansastovu í Oyndarfirði. Pápin, Knút Born, var ættaður úr Hanstholm.
Hann høgdi andlit í tveir steinar niðri við Stórá í Oyndarfirði fyri uml. 35 árum síðani. Hetta fór í gloymskuna. Ein dagin komu hesir steinar undan aftur kavi, og fólk hildu, at teir vóru frá víkingatíðini. Sjónvarpið kom upp í leikin, men Mia mostir segði, at tað var Flemming, sytirsonurin, ið hevði tilevnað hesar steinar. Ja, mangt er forborgið.
Hann hevur havt fleir framsýningar víða um og latið av sínum hugaheimi út á løriftið í bylgjandi blíðum strokum, skapum, litum og heildarmyndum, sum tú kanst frøast yvir. Hann er ein meistari at fáa skap at liva saman um tún, teigar, í mannakroppum, í andlitsbrøgdum og í sál og sinni.