Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

10. umfar: KÍ fær tað trupult á Skála

Jákup Ósá

Metingar: Topp liðini spæla øll á útivølli og fyri fleiri av teimum er tað til felags, at tey spældu ein sera harðan og krevjandi steypadyst síðsta sunnudag.

Metingar: Topp liðini spæla øll á útivølli og fyri fleiri av teimum er tað til felags, at tey spældu ein sera harðan og krevjandi steypadyst síðsta sunnudag.

Niðanfyri verður mett um 10. umfar í Effodeildini, sum verður spælt hóskvøldið 11. mai.

B68-Víkingur

B68 er vánaligasta liðið í Effodeildini fyrsta triðingin av kappingini, meðan Víkingur er tað besta liðið. Hetta er tí eitt lætt val at seta 2-talið á. Hjá B68 er longu mótbrekka og 5 stig upp til niðurflytingarstrikuna. B68 yvirlivir neyvan í deildini við núverandi manning. Burtursæð frá dystinum í Gundadali móti HB, so hevur B68 ikki givið teimum bestu liðunum nevniverda mótstøðu. Víkingur hevur helst nógvar troyttar leikarar frá langa steypadystinum sunnudagin. Tí passar tað væl hjá Víkingi, at liðið kanska ikki hevur fyri neyðini at spæla upp til sítt besta fyri at fáa øll stigini. Tipping: 2 (0-2)

AB-B36

AB fekk javnt móti HB, Víkingi og KÍ herfyri, men móti B36 er tað ofta nakað truplari og serliga á Argjum. B36 er nakað skert fyri tíðina, so breiddin í hópinum sleppur at standa sína roynd. Móti KÍ skapti liðið ov fáar mál møguleikar, men annars hevur tað ikki verið ein trupulleiki hjá føroyameistarunum, sum nú bara hava landskappingina at hugsa um. AB hevur møguleika til ein javnleik afturat, men so skal tað mesta rigga. Tipping: 2 (1-2)

ÍF-NSÍ

ÍF er partur av oddastríðnum, men hvussu leingi stendur tað við? Spurningurin er, um Jákup Mikkelsen og Símun Eliasen fáa tamarhald á verjupartinum til dystir sum móti eitt nú NSÍ, sum er besta liðið í deildini til álopsfótbólt. Men sigurin á HB seinast vísir, at ÍF ikki skal avskrivast í slíkum dystum. NSÍ hevur sera gott tak á ÍF seinnu árini, og kanska eru runavíkingar lítlir favorittar. Bæði liðini duga best at leypa á, so kanska kunnu vit vænta nógv mál. Var HB dysturin tekin um, at vit nú koma at síggja Adeshina Lawal í essinum? Tað verður brúk fyri, tí NSÍ hevur álopsleikarar, sum eru støðugir í sínum avrikum. Tipping: 2 (2-3)

TB-HB

HB hevur spælt við Stóra fyrr í ár, og tá gav dysturin fulla úrtøku. TB hevur havt betri tíð at fyrireika seg til hendan dystin, men TB hevur so stórar trupulleikar at dragast við eftir stórtapið á Skála seinast, at tað eru neyvan bara nakrir dagar eyka, sum loysir trupulleikarnar. Harafturat fór Rógvi Joensen út við skaða seinast, og hann hevur nógv at siga fyri TB. HB er hinvegin steðgað eitt sindur upp síðstu tíðina og fór eisini út úr steypakappingini, tá liðið tapti í brotssparkskapping í Norðragøtu. Tað er nú, at HB skal reisa seg og við støðuni hjá TB í huga, so er trupul at ímynda sær, at HB ikki fær fulla úrtøku. Tipping: 2 (0-2)

Skála-KÍ

Hóast KÍ, ið ikki hevur tapt í 8 dystir, hevur verið sannførandi síðstu tíðina, so bend fleiri ting á, at hetta verður ein rættuliga trupul dystur hjá KÍ. Ikki minst tí, at Skála er komið í gongd og hevur ikki tapt í 6 dystir. KÍ legði heilt óvanliga nógv fyri í dystinum sunnudagin móti B36, og eg ivist í, um allir leikararnir klára at fylla battaríini longu til hósdagin. Meðan Skála hevur ein dag eyka til hvíld umframt, at dysturin móti Giza/Hoyvík neyvan var eins krevjandi fysiskt. Harafturat hevur KÍ tað – søguliga sæð – rættuliga trupult á Skála. Skála vísti eisini móti B36 á heimavølli fyrr í ár, at liðið á rætta degnum er ført fyri at vinna á teimum bestu. Harafturat er KÍ liðið nakað skert, har fleiri av útlendingunum møguliga mangla, meðan Skála spælir í fullari manning. Tað verður ikki so óvæntað, um Skála fær eitt ella trý stig. Tipping: 1 (1-0)