Tað er í morgin millum klokkan 9 og 12 at borgarar í Klaksvíkar kommunu kunnu heinta plantupakkarnar frá kommununi.
Tvey sløg av plantupakkum eru. Í øðrum eru tríggir vælangandi runnar av sløgunum “Olearia macrodonta”, “Ozothamnus ledifolius” og “Prostanthera cuneata”. Í hinum pakkanum er eitt harbalið træ og ein runnur. Sløgini í tí pakkanum eru “Larix kaempferii” og “Olearia x hastii”.
Hans Hjalti Skaale, býargartnari sigur í samrøðu við Norðlýsið í dag, at tiltakið við plantupakkum er umleið 15 ára gamalt, og tað hevur eydnast sera væl.
”Endamálið er at fáa ein grønan og vakran bý, og um tað skal eydnast, er neyðugt at hava borgararnar við,” sigur hann.
Tey sum í vikuni hava fingið sær seðil til ein plantupakka kunnu avheinta hann við Skýlið við fótbóltsvøllin millum klokkan 9 og 12 í morgin.




