Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gentukór framførir í Christianskirkjuni

Tíðindaskriv

Fríggjakvøldið, 20. maj, fær Kórið í Christianskirkjuni forkunnuga vitjan úr Týsklandi.

Tað er Maedchenchor Hamburg, sum kemur á vitjan. Hetta er eitt gentukór frá Staatlichen Jugendmusikschule Hamburg.

Allar hava fingið sangundirvísing á musikskúlanum, sum hevur 4 kór, býtt upp í aldur- og førleikabólkar. Hetta gentukórið er tað mest framkomna av teimum 4 kórunum, sum musikskúlin hevur.

Í hesum sambandi verður konsert fríggjakvøldið kl. 19.30 við Maedchenchor Hamburg og Kórinum í Christianskirkjuni.

Kórið i Christianskirkjuni byrjar konsertina við nøkrum løgum, síðani fáa vit framførðslu frá Maedchenchor Hamburg.

Til seinast syngja bæði kórini 4 løg saman.


FRÍGGJAKVØLDIÐ, 20. MAJ, KL. 19.30 – KONSERT V/MAEDCHENCHOR HAMBURG OG KÓRINUM Í CHRISTIANSKIRKJUNI -HJARTALIGA VÆLKOMIN