Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein norskur robottur hevur skriva sína fyrstu fótbóltsfrásøgn

Helgi Abrahamsen

Mánadagin skrivaði ein norskur journalist-robottur sína fyrstu fótbóltsfrásøgn. Robotturin skal spara tíð hjá ítróttarjournalistum, so at teir heldur kunnu brúka tíðina til samrøður og framhaldandi viðgerð av dystunum.

Tað er norska tíðindastovan NTB ið hevur sett robottin í starv, og fyrsta dystarfrásøgnin varð skrivað mánadagin frá einum fótbóltsdysti millum Aalesund og Start í bestu norsku deildini.

Dysturin endaði 1-1 og undir yvirskriftini “Skagestad tryggjaði Aalesund stig” skrivaði robotturin ein samandrátt av leikgongdini.

Seinni sama dag fekk robotturin trupulleikar av einum øðrum dysti, har annað av liðunum kallaðist Bodø/Glimt. Skrástrikan í navninum gjørdi, at tað tók robottinum tveir minuttir at skriva frásøgnina, sum annars skuldi tikið millum 12 og 15 sekund, sigur Magnus Aabech, ítróttarleiðari hjá NTB við Medier24.com.

Arbeiðið at menna robottin hevur tikið eitt gott hálvt ár.