Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ástaðarfundur í Leirvík

Helgi Abrahamsen

Eysturkommuna lýsir við ástaðarfundi mánadagin, har kommunan og Yvirfriðingarnevndin verða við. Ástaðarfundurin verður í sambandi við verkætlan fyri Kráartanga (sum er við rundkoyringina við tunnilsvegin móti Norðoyartunlinum) og gomlu ferjuleguna á Toftanesi.

Jóhan Christiansen, borgarstjóri, sigur, at økið við gomlu ferjuleguna er nógv eftirspurt, og at millum annað hevur onkur privatpersónur eina ítøkiliga ætlan um at byggja íbúðir, ið líkjast neystum, á økinum. Eisini ætlar kommunan sjálv at byggja brandstøð har.

Spurdur hví Yvirfriðingarnevndin er við í avgerðini, sigur Jóhan Christiansen, at fyri nøkrum árum síðani vórðu nøkur neyst bygd við gomlu ferjuleguna, og tað málið bleiv eitt keðiligt mál, og ta støðuna vil kommunan helst ikki koma útí enn einaferð, og tí verður bundið um heilan fingur.

Ástaðisfundurin er almennur og byrjar á Kráartanga mánamorgunin klokkan 10:15.