Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein føroyskur spælifilmur verður filmaður í Mikladali og Klaksvík

Danial Viðoy

Maria Winther Olsen fer saman við øðrum at gera ein føroyskan spælifilm á hálvan annan tíma, sum verður filmaður í Klaksvík og í Mikladali. Klaksvíkar Sjúkrahús fer eisini at vera nýttur sum karmur. – Talan er um ein djúpan film, har sálarsjúka er eitt gjøgnumgangandi tema.

Maria Winther Olsen fer saman við øðrum at gera ein føroyskan spælifilm á hálvan annan tíma, sum verður filmaður í Klaksvík og í Mikladali. Klaksvíkar Sjúkrahús fer eisini at vera nýttur sum karmur. – Talan er um ein djúpan film, har sálarsjúka er eitt gjøgnumgangandi tema.

Fríggjadagssendingin, sum er í luftini nú, hevur havt samtalu við Mariu. Sendingin hoyrist á r7 og sæst og hoyrist á www.nordlysid.fo.

Filmurin eitur ”NINA”, og er hevur Nina høvuðsleiklutin sum kvinnan, ið fer allan vegin úr Keypmannahavn til Mikladals at skriva sína bók. Men eftir at spenningurin yvir tað nýggja umhvørvi hevur lagt seg, sníkir gerandisdagurin seg við ilsligum veðrið bæði so og so – uttan at avdúka ov nógv.

Filmurin snýr seg eisini um stóra kontrastin tá tvær so ymiskar mentanir møtast.

Ein ungur royndur filmsstjóri

Maria Winther Olsen er hóast sín unga aldur (24) longu roynd innan filmvinnuna, og var hon ein av teimum, sum legði lunnar undir filmskúlan, ”Nollywood” úti í Nólsoy.

Tað er neyvan ikki undarligt, at Maria fór at fáast við film. Hon er dóttir Per Zachariassen, sjónvarpssleikstóra. Filming hevur tískil fylt nógv í lívið hennara og var tað ikki av tilvild at hetta gjørdist hennara lívsleið.

Vil hava lokalar røddir og leikarar

Seinni fer filmsliðið at leita eftir lokalum klaksvíksleikarum, tí tað prýðir filmin at lokala dialektin er partur av filminum. Maria biður fólk vera klár at søkja, tá ið tann møguleikin býðst.

Kostar bert eina millión

Fie Liv Bratfelt, sum eisini var í útvarpsstovuni, sigur at hóast at filmurin bert fer at kosta ein millión, so vantar ikki eitt høgt mál. Ambitións-støðið er sera høgt í mun til kostnaðin. – Vanliga kostar ein slíkur heili 20 milliónir.

Til ber at lurta HER og HER