Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eysturoyar Vinnulívsfelag skipar fyri vinnutingi

Helgi Abrahamsen

Komandi fríggjadag, tann 27. mai, skipar Eystoyroyar Vinnulívsfelag fyri vinnutingi í hølunum hjá Tryggingarfelagnum Føroyum í Saltangará.

Á tinginum fara Henry Olsen og Selinda í Heiðunum at greiða frá um tryggingarvirksemi hjá Tryggingarfelagnum Føroyum, og um trygging í sambandi við stórar verkætlanir.

Eisini fer Eyðun Petersen, tekniskur leiðari í Runavíkar kommunu, at tosa um stórar verkætlanir og at reisa spurningin um fyritøkurnar í Eysturoynni eru kappingarførar?

Vinnutingið er fyri limir í Eysturoyar Vinnulívsfelag og byrjað verður fríggjadagin klokkan 15.