Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

TB nýggjan málverja sunnudagin

Jákup Ósá

TB hevur fingið undantaksloyvið til at brúka nýggjan málverja til landskappingardystin í Klaksvík sunnudagin.

TB hevur fingið undantaksloyvið til at brúka nýggjan málverja til landskappingardystin í Klaksvík sunnudagin. 

Joslain Mayebi er av persónligum ávum farin av landinum og verður ikki tøkur hjá TB hendan dystin. Tí hevur TB fingið undantaksloyvið at fáa ein annan málverja. Talan er um  39 ára gamla Pedrag Markovic, sum í fjør var málverji hjá Effoliðnum hjá ÍF. Í 2005, 2006 og 2013 spældi hann við TB, so hetta felagið er ikki ókent fyri roynda málverjan.  
Dagført kl. 22.40: Fyrr í kvøld skrivaðu vit, at eykamálverjin hjá TB var skaddur. Hetta var ikki rætt, og er tí tikið burtur aftur í greinini.