Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Royndir leikarar við KÍ móti B71

Jákup Ósá

Leygardagin vitja sandoyingar í Klaksvík.

1. deildarliðið hjá KÍ liggur undan dystinum á 7. plássi við 12 stigum fyri 9 dystir. Men bara 4 stig eru upp til 3. plássið. B71 liggur undan dystinum næstaftast við 6 stigum. KÍ liðið er styrkt við royndum útisetum hesa seinastu vikuna. 28 ára gamli Steffan Kalsø, sum fyri nøkrum árum síðani var partur av besta liðnum hjá KÍ í fleiri ár, er nú heima í Føroyum aftur og spælir við næstbesta liðnum og byrjar væntandi í álopinum. Harafturat er Henry Heinesen eisini heima aftur og er í KÍ hópinum leygardagin. Frammanundan er Jógvan Isaksen partur av liðnum, so KÍ liðið hevur nú eina samanseting av royndum og ungum leikarum. Tí nærum allir av hinum leikarunum eru 21 ár ella yngri. Toppskjúttin Jóannes K. Danielsen er ikki við hendan dystin vegna skaða. Á B71 liðnum er toppskjúttin Ibahima Camara helst vandamiklasti leikarin. Hann hevur skorað 6 mál higartil í ár.

Dysturin millum KÍ og B71 byrjar kl. 15.00 og dómari verður Bent Tommy Linklett.