Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gakk ella renn fyri heilsuna byrjar í morgin kl. 11.00

Treysti

Í morgin 21.mai kl. 11.00 byrjar Treysti aftur at fyriskipa vælumtókta árliga afturvendandi tiltakið “Renn fyri heilsuna”, sum í ár eitur “Gakk ella renn fyri heilsuna 2016”. Fyrsti túrur verður frá og til “Bakaríið hjá Jórun”.

Sami sera vælumtókti leistur frá seinast, og tað er, at ganga ella renna øll í 15 minuttir “út” og so venda øll heimaftur í senn. Hetta skuldi gjarna havt við sær, at øll koma aftur næstan samstundis! Startur og mál verða altíð í sama stað. Dagfestingar og hvar byrjað og endað verður, fer at blíva kunngjørt í næstu viku.

Byrjað verður kl. 11.00 hvønn leygardag. Undantikin er einans leygardagurin 4. juni á Norðoyastevnu, tá Treysti skipar fyri árligu Føroya Bjór Renningini.

Foto

Hildið verður á til leygardagin 10. september. Tilsamans gevur hetta 16 “Gakk ella renn fyri heilsuna” leygardagar. Fyri hvørja ferð ein hevur luttikið verður eisini møguleiki, at ogna sær ein lutaseðil, sum verður trektur 12. september. Høvuðsvinningurin verður eitt gávukort, sum hevur virði kr. 2.500,00, frá Fonn Flog umframt aðrar vinningar.

Foto

Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka, og Treysti vónar at nógv taka av hesum møguleikanum, at koma út at røra seg saman við øðrum í summar.

Stuðlar eru: Norðoya Sparikassi, JFK, Norðoya Litbúð, Palli hjá Mariannu,KBI, EL-IN, Numo, Hvíthús, Bakaríið hjá Jórun, Hjá Skós, INN, Fonn Flog, Føroya Keypssamtøka og Rennarin.