Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ kvinnurnar taptu fyrru hálvfinaluna

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

Eftir fyrru hálvfinaluna er EB/Streymur/Skála favorittur til at koma í finaluna eftir, at útliðið vann uppibornan 1-0 sigur í Klaksvík seinnapartin.

Dysturin var leiktur í høgari leikferð, har serliga EB/Streymur/Skála legði nógv fyri og royndi at spæla við høgari leikferð. Hetta órógvaði KÍ liðið, sum ongantíð fekk sítt spæl at koyra. Útiliðið var betra liðið størsta partin av dystinum og einu ferðina endaði bólturin á stongini. KÍ kom betri við í seinna hálvleiki og tá fekk KÍ eisini onkrar helt stórar mál møguleikar. Einasta málið kom móti endanum av dystinum, tá annars vælleikandi KÍ málverjin misti eitt innlegg, og so kundi Birna T. Johannesen skjóta í tóma málið. 
1-0 til EB/Streym/Skála var endaliga úrslitið, og samanlagt var talan um uppibornan sigur. Seinni dysturin verður ikki spældur fyrr enn 22. juni, og tí kann nógv broytast fram til tá, men skal dysturin í dag brúkast sum barometur, so er EB/Streymur/Skála favorittur at koma í finaluna.