FERÐSLUTRYGD: Hesa vikuna verður ein ferðslustýringarskipan royndarkoyrd til tunlarnar Norður um Fjall. Ferðslustýringin er galdandi fyri størri akfør. Vanligir persónbilar verða tí ikki órógvaðir stórvegis av skipanini, og koyra sum vanligt.
Landsverk bjóðar fyribilsloysn
Fyri at betra um trygdina og framkomuleikan í verandi tunlum, hevur Landsverk víst á eina fyribilsloysn, ið kann forða fyri trupulleikanum við ferðslutøppum í tunlunum. Talan er um eina ferðslustýringarskipan, ið kann stýra tungum akførum soleiðis, at tey ikki eru til ampa fyri vanligu ferðsluna í tunlunum.
Í hesi vikuni verður hendan ferðslustýringarskipanin til tunlarnar Norður um Fjall royndarkoyrd. Fimm elektronisk ferðsluskeltir eru sett upp við tunnilsmunnarnar. Skipanin virkar soleiðis, at øll tung akfør verða skrásett so skjótt, tey nærkast tunlinum. Er ein lastbilur ella til dømis ein kampingvognur farin inn í tunnilin, lýsa elektronisku skeltini uttan fyri tunnilin beinanvegin og ávara onnur stór akfør um at steðga, til skeltið slóknar. Skipanin loyvir i mesta lagi tveimum tungum akførum at koyra samstundis inn í tunnilin sama veg. So skjótt skipanin virkar, sum hon skal, verður hon tikin alment í nýtslu.




