Fótbóltur, Keypmannahavn: Besta mansliðið hjá ÍF Føroyum spældi seg víðari í donsku steypakappingini, tá ið teir á heimavølli sigraðu á BK-Skjold. Myndafrásøgn.
Fótbóltur, Keypmannahavn: Besta mansliðið hjá ÍF Føroyum spældi seg víðari í donsku steypakappingini, tá ið teir á heimavølli sigraðu á BK-Skjold. Myndafrásøgn.
ÍF Føroyar vann tætta dystin 2-0. Bogi Løkin stóð fyri fyrsta málinum í fyrra hálvleiki, ímeðan BK-Skjold stóð fyri tí seinna, sum so gjørdist eitt óheppið sjálvmál.
Sigast kann um dystin, at tað var ein tættan dyst. Undirritaði var bert til staðar í seinna hálvleiki. Í seinna hálvleiki leikaði javnt á leikliga, har ÍF Føroyar tó spældi seg til fleiri málmøguleikar, ímeðan allarflestu málmøguleikarnir hjá BK-Skjold komu eftir deyðbóltsstøður.
Bæði liðini stríddust væl, men sigast má, at teir á ÍF Føroyar liðnum góvu tað eyka, sum skuldi til, til tess at vinna dystin. Teir føroysku garparnir stríddust mannliga og spardu seg ikki við at fáa sær gul kort. – Gul kort kunnu gera einum liðið fortreð, tí nógvum kappingum niðri skal ein leikari út, tá ið hann sær ostaflísina. So var eisini í hesum steypadystinum.
Men tá ið alt kom til alt, stóðu føroyingarnir eftir sum vinnarar; allir uttan Rógvi Poulsen, sum leikar fyri BK-Skjold.
ÍF Føroyar eru nú komið í 3. umfar í steypakappingini.
ÍF Føroyar hevur viðvind
Tað gongur annars væl hjá ÍF Føroyum fyri tíðina. Besta liðið, sum spælir í seriu 1 liggur eitt sindur í ongamannalandi á stigatalvuni og kunnu hvørki flyta upp ella niður. Tí var hesin sigur í steypakappingini kærkomin.
Næstbesta liðið hjá monnum, sum spælir í seriu 2, liggur í løtuni til uppflyting, nú tað resta fimm dystir í kappingini. Í seriu 2 verða tvær kappingar avgreiddar um árið, ein um várið og ein í móti heysti. Næstbesta liðið hevur vunnið 6 út av 6 dystum higartil og liggur á fyrsta plássi við 18 stigum.
Triðbesta liðið hjá monnum – leika í seriu 4 – hevur somu leikskipan sum næstbesta liðið, liggur á fjórða plássið.
ÍF Føroyar hjá monnum hevur eisini eitt sjeymanslið, har tað gongur nøkulunda.
Umframt hesi fýra mansliðini, eru nógvar kvinnur í felagnum, sum standa saman um eitt lið. Tær spæla í ”Københavner-seriuni”, men hava enn sín fyrsta sigur til góðar. Tær hava tapt tepurt í seinastuni, men tað tykist sum at fyrsti sigurin er í nánd. – Men harfturímóti vunnu tær enn við í steypakappingini.




