Eins og undanfarin ár skipa allir dagstovnarnir í Norðoyggjum fyri felagstiltaki við skrúðgongu gjøgnum miðbýin í Klaksvík, og ymiskum sang- og rørsluspølum við Djúpumýru.
Tiltakið verður ein av døgunum í komandi viku (veðrið ger av, nær tað verður).
”Ætlanin er, at tey 0 – 3 ára gomlu skulu vera í garðinum í Dr. Margrethu Barnagarði aftaná skrúðgonguna, meðan hini fara á fótbóltsvøllin,” sigur Sigrun Vágstún, samskipari hjá Klaksvíkar Kommunu.
Stovnarnir hava í eina tíð arbeitt við evninum ”Rútmikkur og tónleikur”, og hetta evnið fer at síggjast aftur í skrúðgonguni og á vøllinum, har umleið 500 børn úr Hvannasunds-, Viðareiðis- og Klaksvíkar Kommunu verða við.
Hetta er 16. árið at skipað verður fyri hesum tiltakinum.




