Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Býráð leitar eftir øki til nýtt grótbrot

Helgi Abrahamsen

Klaksvíkar Býráð fer á fundi í dag at viðgerða spurningin, hvar nýtt grótbrot skal gerast. Virksemið í grótbrotinum á Strond er steðgað, tí Bakkafrost skal byggja nýggja smoltstøð har. Í tí sambandinum eru maskinur og útgerð flutt niðan á ídnaðarøkið við Borðoyarvík, men hetta er bara fyribils, til avgerð er tikin um, hvar grótbrotið skal verða.

Umsitingin hjá býráðnum hevur í hesum sambandi umrøtt ymiskar møguleikar fyri staðseting, men trupult er at finna eitt øki, sum ikki fer at misprýða náttúruna.

Samanumtikið verður mett, at besta staðseting av einum nýggjum grótbroti er í Torvadali. Dalurin liggur soleiðis fyri, at hann ikki sæst frá bygdum øki, og rímiliga lætt er eisini at koma til. Umsitingin hevur eisini fingið ábendingar um, at tilfarið í økinum er egnað til grótframleiðslu.

Fundur hevur verið millum kommununa og bóndan, og hann er sinnaður at fara í eina tilgongd og er sum heild jaligur yvir fyri, at nýtt grótbrot verður gjørt í Torvadali.

Um býráðið velur at fylgja tilmælinum frá umsitingini um staðseting, fer umsitingin at taka upp víðari samskifti við bóndan og lýsa málið nærri við atliti til økisbroytingar við meira.

Býráðsfundurin í dag verður klokkan 16.