Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hálvfinalan hevði alt

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

Dystarfrásøgn: Talan var um eina framúr lýsing fyri føroyskan fótbólt, tá KÍ og NSÍ møttust í fyrru hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.

Hóast KÍ samanlagt var greitt betra liðið, so fingu vit spenning allan vegin á tann hátt, at NSÍ framvegis hevur ein heimadyst eftir og tí hevði hvørt mál nógv at siga í dystinum. KÍ venjarin Mikkjal Thomassen hevði gjørt eina markanta broyting við taktisku skipanini, tí KÍ fyri fyrstu ferð í ár stillaði upp í 3-4-3 leikskipanini, sum NSÍ spælir við. Og hetta trekkið riggaði framúr væl. Tað byrjaði annars ikki so væl, tá Pól Jóhannus Justinussen longu eftir 7 minuttum skoraði eftir hornasparksinnlegg frá Árna Frederiksberg. NSÍ var eisini betra liðið fyrstu løtuna fram til málið. KÍ skuldi nú til at standa sína roynd mentalt, tí við nýggjari leikskipan var liðið aftanfyri og NSÍ hevði fingið eitt týðandi útivallarmál. Men KÍ reisti seg manniliga og eftir málið skapti NSÍ ikki ein upplagdan mál møguleika. Útjavnandi málið kom eftir eitt korter. Vælleikandi Sørmundur Kalsø á vong bakkinum breyt ígjøgnum og legði væl innfyri. Har skuldu KÍ leikararnir líka avgera, hvør skuldi skjóta. Tað bleiv Semir Hadzibulic og bólturin sat í netinum. Løtu seinni kom KÍ á odda. Ísak Simonsen, eisini ein av mongum við optimalum avriki, vann bóltin á NSÍ hálvuni. Sendi innfyri, har Jóannes Bjartalíð fekk bóltin og er tað nakar leikari í Føroyum, ið eitt mótstøðulið ikki skal geva ein mál møguleika í løtuni, so er tað júst hann. 2-1 til KÍ og tað gingu bara fáir minuttir afturat, so var 3-1. Jóannes Bjartalíð skeyt móti málinum, bólturin kom í hondina á Jens Joensen og so var brotsspark, sum Jóannes sjálvur skoraði uppá og so kókaði í Klaksvík.

10 KÍ leikarar hildu NSÍ frá møguleikum

Í seinna hálvleik byrjaði tað sum fyrri hálvleikur endaði. KÍ var sera vandamikið í sínum álopsroyndum og eftir 53 minuttir spældi dagsins leikari, Semir Hadzibulic, Páll A. Klettskarð leysan og so var 4-1, ið helst var eitt óvæntað úrslit fyri tey flestu. Tá 60 minuttir vóru farnir gjørdi David Langaard kanska sín fyrsta feil av týdningi í ár, tá hann gjørdi eina harða takling. Tá hann hevði gult frammanundan, so var bara ein vegur og so spældi KÍ seinasta hálva tíman við 10 monnum. Hóast hetta, so skapti NSÍ ongan stóran mál møguleika, hóast runavíkingar høvdu bóltin nógv. Ístaðin var KÍ nærri við at økja. Men einki mál kom afturat og endaliga úrslitið var tí 4-1.

Býttu leiklutirnar um

Sum heild var talan um ein dyst, har nærum alt riggaði hjá KÍ, meðan einki riggaði hjá NSÍ. Júst øvugt av tí, sum vit sóu í landskappingardystinum fyrr í ár. Nærum allir leikararnir á KÍ liðnum toppaðu, meðan NSÍ hevði trupult við m.a. at finna Árna Frederiksberg og Klæmint A. Olsen, tá álopsspælið skuldi skipast. Ístaðin bleiv tað allan seinna hálvleik ov nógv spælt afturi í verjuni. Áskoðararnir og serliga teir á heimaliðnum, skaptu optimala stemningin í góðveðrinum, og tað gjørdi heildarupplivingina stóra í øllum førum hjá heimaáskoðarunum. NSÍ er framvegis tað liðið í Føroyum, ið skorar mest mál, og tí er ikki ómøguligt hjá liðnum at skora 3-4 mál í seinnu hálvfinaluni, tí tað hevur liðið í fleiri dystum fyrr í ár megnað. Men tá krevst at leiklutirnir býta um, so at KÍ spælir ein av sínum vánaligu dystum, meðan NSÍ toppar. Báðir teir seinastu dystirnir millum liðini í Runavík eru endaðir 3-0 og 4-1 og tí hava runavíkingar helst eina trúgv uppá, at tað framvegis kann bera til at koma í finaluna. Men KÍ hevur ongan dyst latið meir enn 1 mál ígjøgnum síðani 3. umfar móti HB, so KÍ skal veruliga raka ein vánaligan dag í verjupartinum, um NSÍ skal vinna seg víðari.