Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kringvarp Føroya fer at gera pláss á heimasíðuni til rættingar

Helgi Abrahamsen

”Ynskiligt hevði verið, um vit á sjónligum stað á heimasíðu Kringvarpsins kundu savnað presiseringar, rættingar, nágreiningar v.m. Tann møguleikin er ikki til staðar í dag, men arbeitt verður í løtuni við at umskipa og dagføra heimasíðuna hjá Kringvarpinum, og tá er ætlanin at hava eina slíka undirsíðu.” Tað skrivar Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya, í eini viðmerking til Gunvá við Keldu.

Gunvá við Keldu, býráðslimur í Klaksvíkar kommunu og stýrislimur í Kringvarpi Føroya, skrivaði í lesarabrævi mánadagin, at Kringvarp Føroya hevur ilt við at rætta faktuellar feilir. Hon vísti í hesum sambandi á fyrra partin av sjónvarpssendingini “Stríðið um tey 10 prosentini” har sagt varð, at reiðaríið Palli hjá Mariannu eigur Norðhavnina.

”Hesar útsagnir eru faktuelt skeivar. Á kortal.fo sæst, at Norðhavnin er ogn hjá Klaksvíkar Kommunu,” sigur Gunvá við Keldu.

Hava rættað feilin

Liljan Weihe sigur í svarinum til Gunvá við Keldu, at Kringvarpið rættaði feilin, men av tí at talan var um ein minni faktuellan feil, sum ikki ávirkaði fortreytina fyri søguni, ella sjálva vinklingina, so valdu tey at gera rættingina á heimasíðuni.

Rættingin stóð ikki á forsíðuni, men niðast í tekstinum sum tey síggja, ið fara inn á netið at hyggja eftir sendingini. Hetta helt Gunvá við Keldu ikki vera nøktandi:

”Eg meti ikki at rættingin nær út til allar teir hyggjarar og lurtarar, sum sendingin, har skeivleikarnir av fyrstan tíð komu fyri. Rættast hevði verið, at skeivleikarnir vórðu rættaðir í sama miðli sum teir vórðu frambornir,” sigur hon.

Mangla eitt nátúrligt stað

Liljan Weihe vísir á, at heimasíðan hjá Kringvarpinum hevur einki natúrligt stað at leggja presiseringar á, og tí valdu tey at gera sum tey gjørdu.

”Hevði feilurin verið gjørdur í Degi og Viku, so høvdu vit nevnt presiseringina í sendingini dagin eftir. Í hesum førinum kom onnur sending um “Stríðið um tey 10 prosentini” fleiri vikur aftan á fyrru sending. Vit hildu tí, at tað var rættast at leggja presiseringina út á heimasíðuna hjá Kringvarpi Føroya beinanvegin sum vit vórðu gjørd varug við feilin,” sigur Liljan Weihe. Hon vísir á, at seinna sendingin um “Stríðið um tey 10 prosentini” hevði annað innihald enn fyrra sendingin, og tí var onki natúrligt stað at leggja presiseringina inn.

”Vit kundu tó havt nevnt tað á einum endaskelti síðst í sendingini, men hetta var ikki í okkara huga, tí vit mettu okkum hava gjørt vart við presisieringina á heimasíðu Kringvarpsins,” sigur Liljan Weihe, tíðindaleiðari.

Øll greinin hjá tíðindaleiðaranum kann lesast her