Fuglafjarðar býráð samtykti í gjárkvøldið at seta trý fólk í starv á mentanarøkinum.
Nýggjur leiðari í Mentanarhúsinum verður Beinta Gregersen. Hon er 39 ára gomul og er útbúgvin BA í sosialvísund og hevur eisini lisið mentan og samskifti á RUC.
Beinta hevur áður verið leiðari í ungdómshúsinum Húsið í Klaksvík, hevur verið við í leiðsluhópinum fyri G! og hevur eisini starvast sum kveikjari hjá Als.
Brynhild Næs Petersen verður sett í starv sum íbirti á mentanarøkinum. Hon er 38 ára gomul og hevur útbúgving sum BA í listasøgu og hevur harumframt útbúgving sum lærari.
Brynhild hevur drúgvar royndir innan mentanarøkið, har hon hevur samskipað og staðið fyri verkætlanum og ráðstevnum fyri millum onnur Norðurlandahúsið, Listafelagið og Granskingarráðið.
Kunningarstovan í Fuglafirði fær eisini nýggjan leiðara. Kristina Gry Berg tekur við eftir Petur Martin Petersen, sum hevur verið leiðari á Kunningarstovuni síðan miðskeiðis í 1990’unum. Hann fer nú frá fyri aldur.
Kristina er 46 ár og útbúgvin BA í enskum. Hon hevur drúgvar og viðkomandi royndir innan mentanarøkið, teksthøvundavirkið og ferðavinnu.
Sterkt mentanartoymi
Nýggju leiðararnir skulu, saman við Rønn Eliasen, sum síðani 1. januar hevur verið leiðari á mentanarøkinum hjá kommununi, virka sum eitt mentanartoymi.
”Mentanartoymið skal skapa eitt livandi og mennandi umhvørvi, har rúmd verður fyri forvitni og skapanarhugi,” skrivar Fuglafjarðar kommuna í einum tíðindaskrivi.
Fuglafjarðar kommuna hevur seinastu nógvu árini verið tann kommunan í landinum, ið hevur sett lutfalsliga størstu upphæddina av til mentanarøkið.




