Skúlabyggingin skal vera ímynd av, at Fuglafjørður ynskir at vera fremst, tá tað snýr seg um skúla, tónleik og list og skal hetta síggjast aftur í byggilistini við nýskapandi og framskygdum karmum, har arkitektururin og námsfrøðin ganga hond í hond.
Skúlin verður meir enn ein vanligur skúli, og skal vera opin frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi. Skúlin skal vera mentanardepil til frama fyri alla bygdina og rúma musikkskúla, kvøldskúla og øðrum frítíðarvirksemi.
Fuglafjarðar býráð samtykti einmælt á býráðsfundi í gjárkvøldi, 26. mai, at fara undir at byggja nýggjan barnaskúla. Nýggi barnaskúlin verður bygdur til grunddeild, miðdeild, forskúla og frítíðarskúla.
Bygginevndin, ið varð sett av býráðnum 28. januar í ár, hevur arbeitt skjótt og handaði býráðnum tilmæli til bygging av nýggjum barnaskúla, ein mánað áðrenn ásetta tíð. Tilmælið fevnir um eina heildarætlan fyri skúlabygging við byggiskrá, sum yvirskipað lýsir tíðarætlan, kostnaðarkarm og námsfrøðilig og teknisk atlit.
Bygginevndin er komin til ta niðurstøðu, at byggja ein skúla, sum er 3.200 m2 til víddar. Í skúlabyggingini er eisini ein dupult fimleikarahøll, forskúli, frítíðarskúli, umframt bókasavn, kantina, felagshøll og floksstovur.
Umframt at leggja áherðslu á tónleik og list, verða náttúrulærugreinirnar innrættaðar á ein nýggjan og kveikjandi hátt, har dentur verður lagdur á læring við royndum.
Somuleiðis verður ávís upphædd sett av til listprýði, ið svarar til 1,5% av byggikostnaðinum, ið tekur støði í læring og hugtakinum ”sjónlig læring”.
Eisini verður ein dupult fimleikarhøll bygd við pláss fyri 100 áskoðaraplássum, sum skúli, feløg og borgarar fáa gleði av.
Eftir ætlan byrjar byggingin av skúlanum í apríl 2017 og skal skúlin verða klárur at taka í brúk í august 2019. MAP arkitektar hava verið ráðgevar í verkætlanini og koma at tekna skúlan.




