Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

20. Føroya Bjór Renningin í miðbýnum

Ítróttur

Leygardagin 4. juni kl. 11.00 skipar Treysti fyri árligu Føroya Bjór renningini, sum er fyri bæði børn og vaksin. Hetta er 20. ferð á rað, at Treysti skipar fyri hesi renning í miðbýnum á Norðoyastevnu. Tað var í 1997, at fyrstu ferð runnið bleiv inni í býnum á Norðoyastevnu, og at renningin varð skipað, sum ein býarrenning. Hetta var eisini fyrstu ferð, at skipað bleiv fyri renning fyri børn í ymsum aldursbólkum.

 
2000 – gentur hvíla seg eftir renningina2002 – í vindi og regni spenna tey avstað

Øll árini síðani renningin byrjaði í 1997 hevur luttøkan verið sera góð, og tað vónar Treysti, at hon verður aftur hesaferð. Fyrstu árini vóru tað flest børn í luttóku, men seinnu árini hava nógv vaksin luttikið eisini.

2004 – startur vaksin2006 – Rebekka, Vár, Bjørk og Jan Elmar

Í ár verður renningin, sum áður nevnt, leygardagin 4. juni kl. 11.00. Rutan hjá børnum verður á einum rundteini á umleið 450m og renna tey ávikavist eitt, tvey og trý umfør. Tey vaksnu renna 5 kilometrar, sum knapt trý umfør á eini rutu á góðar 1,7km. Hesir teinurin á 5 km er uppmátaður og góðkendur.


2009 – startur vaksin 2009 – Maria Biskopstø)

Orsakað av vegarbeiði við Skúlavegin, sum tískil er stongdur, verður runnið annarleiðis í ár, men kortini nøkunlunda somu teinar.

Hjá øllum verða startur og mál á vegnum uttanfyri Telebúðina.


2009 – Oddvør Josephsen)2010 – Gunnar Sivertsen)

Skráin

Skráin fyri rennikappingina leygardagin 4. juni á Norðoyastevnu sær soleiðis út:
kl. 11.00 Menn/Kvinnur (f. 1971-1999) – 5 km
kl. 11.00 Menn/Kvinnur Veteranar (f.1961-1970) – 5 km
kl. 11.00 Superveteranar (f.1960 ella fyrr) – 5 km
kl. 11.45 Dreingir-7/Gentur-7 (f.2009 ella seinni) – 450 m
kl. 11.55 Dreingir-10/Gentur-10 (f.2006-2008) – 900 m
kl. 12.05 Dreingir-13/Gentur-13 (f.2003-2005) – 1.350 m
kl. 12.15 Dreingir-17/Gentur-17 (f.1999-2002) – 1.350 m
kl. 12.30 Heiðursmerkjahandan uttanfyri/innanfyri Norðoya Sparikassa

Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum, og steyp verður latið skjótastu kvinnuni og manninum á 5 km teininum.


2011 – startur vaksin2011 – Jón Rasmussen

Tilmelding
Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá FÍF, og har kann einans gjaldast við DANKORTI. Freistin fyri onlinetilmelding er fríggjakvøldið 3. juni klokkan 22.00. Luttøkugjaldið er kr. 60 fyri vaksin og kr. 30 fyri børn. Leinkja til tilmeldingina er HER.

Tey sum tilmelda seg online, skulu avheinta startnummur í deildini hjá Norðoya Sparikassa í góðari tíð áðrenn start.

 
2011 – renniprát eftir lokna kapping2011 – Vibeka Sivertsen

Eisini ber til at eftirtilmelda seg í deildini hjá Norðoya Sparikassa, í seinasta lagi ½ tíma áðrenn renningarnar byrja, og tá er kostnaðurin kr. 80 fyri vaksin og kr. 50 fyri børn. Allir luttakarar verða bidnir um at møta í góðari tíð áðrenn renningin byrjar.

Øll eru vælkomin at verða við, og vónar Treysti, at undirtøkan verður minst líka góð, sum hon hevur verið øll árini frammanundan.

 
2012 – startur vaksin2012 – Sámal Júst Ziska Dahl

 
2012 – Magnus Henriksen2012 – kaffisølan við Marthu og Sonju

Í myndasavninum hjá Treysti, Myndasavn Treysti finnst ein røð av góðum renniminnum og -myndum frá undanfarnu 19. Føroya Bjór Renningunum 🙂