Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Borgarin hevur ongan møguleika at fylgja við

Helgi Abrahamsen

Ikki er lætt hjá tí vanliga føroyinginum at fylgja við, tá til dømis almennu fíggjartølini verða borðreidd fyri okkum. Í summum førum verður okkurt talt við, sum ikki verður talt við í øðrum førum, og so áliggur tað okkum sjálvum at finna útav, hvussu vit samanbera tølini.

Útvarpið segði í tíðindunum á middegi, at landskassin hevði góðar 156 mió. krónur í halli í fjør, og at sambært fíggjarlógini skuldi hallið vera 197,5 mió. krónur. Men Gjaldstovan, sum stendur fyri arbeiðinum at gera roknskapin upplýsir á síni heimasíðu, at hallið var 82,9 mió. krónur í fjør. Har stendur eisini, at sambært játtanini skuldi halli vera 178,4 mió. krónur.

Hvaðani hasin munurin á 73,1 mió. stavar frá – ja tað mugu Palleba og Marsanna sjálvi royna at finna útav, tí fyribils er tað eingin sum ger tað fyri tey.

Og spurningurin er, um tað kann góðtakast, at roknskapirnir verða settir soleiðis upp, at borgarin í landinum (sum eigur landskassan og velur tey, sum stýra pengunum) ikki hevur møguleika at fylgja við.

Harleywoodpaint