Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ fingið nýggjan U21 landsliðsleikara

Jákup Ósá

Sannførandi avrik á Effoliðnum seinastu tíðina hava givið úrslit fyri KÍ leikara, ið fyri fyrstu ferð er úttikin til U21 landsliðið.

KÍ leikari er fyri fyrstu ferð úttikin til U21 landsliðið.

Talan er um 21 ára gamla David Langaard, sum eftir avboð er úttikin til U21 landsliðið, sum hóskvøldið skal spæla undankappingardyst móti Finnlandi á Tórsvølli. David hevur veruliga sligið ígjøgnum hjá KÍ í ár, og seinastu vikurnar hevur hann verið fastur maður í uppstillingini hjá KÍ, har hann hevur røkt nógv ymisk pláss. M.a. sum vinstri bakkur, miðverji og høgri kantur. Bill M. Jacobsen er høvuðsvenjari á U21 landsliðnum, og hann sigur, at teir hava hugt eftir David seinastu vikurnar og lagt til merkis hansara sannførandi avrik á KÍ liðnum.

– Eg havi fylgt væl við, og hann var millum nøvnini  í blokkinum  av leikarum, ið vóru uppá tal, tá vit tóku upprunaliga hópin út. Nú  er avboð komið, so túrurin  var  komin til hansara. Hann hevur sum ungur leikari ment seg nógv undir  Mikkjal  K. Thomassen og hevur tikið av, tá hann hevur fingið møguleikan. Hann kann spæla  á  fleiri plássum, og eg eri spentur uppá at síggja hann i landsliðssamanhangi. Hann er álítandi, hart arbeiðandi og leggur nógv fyri, so eg trúgvi at hann passar væl inn í hópin, sigur Bill M. Jacobsen við Norðlýsið í kvøld.

Føroyar og Finnland spæla hóskvøldið á Tórsvølli kl. 18.00.