“Hetta gevur ótrúligar møguleikar hjá fólki at sleppa framat søguligum tilfari.” Tað sigur Mass Hoydal, leiðari fyri SavnsGulli.
Hesa vikuna ferðast Søvn Landsins, SavnsGull og Fróðskaparsetur Føroya um landið, har tey greiða frá, hvussu okkara mentanararvur verður talgildur og hvussu føroyingar kunnu fáa ágóðan av tí.
Í morgin verður vitjað í Klaksvík, har prátað verður við tey, ið koma inná gólvið í bakarínum hjá Jórun.
Fólk frá Skjalasavninum fara at greiða frá gomlum skjølum, ið síggjast á internetinum. Umboð fyri Fornminnissavnið fer at siga frá hvussu útgrevstrar kunna endurskapast í 3D og hvussu arbeitt verður við dronum í útgrevstri. SavnsGull greiður frá hvussu tað gongur við bjargingini av Kringvarpssavninum. Fólk frá Landsbókasavninum fara m.a. at greiða frá talgildanini av føroysku bløðunum. At enda fer Fróðskaparsetrið at greiða um talgildingina av orðaseðlunum og grundarlagnum undir orðabókaarbeiðinum. Fólk fáa høvi at seta spurningar.
Tiltakið í Klaksvík byrjar klokkan 10 og endar klokkan 13.




