Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ-GÍ spæla í kvøld

Ítróttur

Legends liðini hava vunnið hvør sín dyst, og tí er lagt upp til avgerandi dystin leygarkvøldið.

Talan er um legends dyst, har nógv vinnandi og søguligu leikararnir hjá KÍ og GÍ í 1990 unum bresta saman. Liðini hava spælt á Norðoyastevnu í 2014 og 2015, og talan hevur verið um spennandi og undirhaldandi dystir. Báðir dystirnir endaðu við javnleiki. KÍ vann uppá brotssparkskapping í 2014, meðan GÍ vann uppá brotssparkskapping í 2015. Sostatt verður tað í ár, at finalan verður. 

Dysturin byrjar leygarkvøldið kl. 18.00. Dómari verður Jóhan Carl Dam, meðan Niklas á Líðarenda og Lassin Isaksen verða hjálpardómarar. 

Sí myndarøð frá 2014 dystinum HER

Sí myndarøð frá 2015 dystinum HER

Harleywoodpaint