Hetta var gjørt eftir Amerikanskari fyrimynd, har tað er arbeiðsmarknaðurin sjálvur, sum hevur ábyrgd av pensjónsviðurskiftum hjá borgarunum. Hóast hørð mótmæli frá pensjónistafeløgunum við undirskriftum frá 900 pensjónistum, var samgongan ikki at vika.
Hetta var gjørt eftir Amerikanskari fyrimynd, har tað er arbeiðsmarknaðurin sjálvur, sum hevur ábyrgd av pensjónsviðurskiftum hjá borgarunum. Hóast hørð mótmæli frá pensjónistafeløgunum við undirskriftum frá 900 pensjónistum, var samgongan ikki at vika.
Í gjárkvøldi boðaði formaðurin í Javnaðarflokkinum, Føroya Løgmaður, frá at Føroyar skuldu hava egna grundlóg, sum skuldi verða líkastillað við donsku grundlógina – eisini eftir amerikanskari fyrimynd. Allir flokkar hava annars arbeitt við at evna eina stýrisskipan, sum tekur støði í verandi skipan. Nú er ætlanin at síðustilla stýriskipanina við sjálva grundlógina – tó uttan at loysa – sambært løgmanni.
Fakfelagsleiðslur samtykkja tigandi
Tann 2. apríl segði formaðurin í Havnar Arbeismannafelag soleiðis um politisku støðuna:
Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag heldur at tað er sera løgið at einki hoyrist frá fakfeløgunum nú landsstýrið og løgtingið leggur avgjøld á limirnar hjá feløgunum.
– Samstundis sum tey leggja avgjøld á limirnar hevur samgongan við at lækka grundupphæddina flutt skyldur hjá tí almenna yvir á samhaldsfasta og limirnar hjá fakfeløgunum. Tað var beinleiðis skeivt av løgtinginum at lækka grundupphæddina.
– Eg havi bitið merki í at føroysku fakfeløgini í stóran mun hava valt einki at siga, nú tey hava fingið síni egnu á ting.
– Undanfarna samgonga gjørdi nógv gott og nógv skeivt eisini og tá vóru feløgini sera avgjørd hvørjaferð áhugamálini hjá limunum skuldu verjast. Men nú halda øll munn hóast samgongan oysir avgjøld oman yvir limir okkara og enntá hevur gjørt stórar broytingar í pensjónsviðurskiftunum og skyldunum hjá tí almenna.
Lógarbroytingin, sum lækkaði útgjaldi úr Landskassanum til fólkapensjónistar, kom í gildi á nýggjárinum.




