Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Soleiðis verður fátækraváðin roknaður út

Helgi Abrahamsen

Vit hoyra ofta um føroyingar, sum liva í fátækraváða, og serliga verður sjóneykan sett á, um talið er vaksandi ella minkandi, og eisini verða føroysku tølini samanborin við tøl úr okkara grannalondum. Men hvat er fátækraváði?

Fyrst av øllum mugu vit staðfesta, at vit tosa um ”lutfalsligan fátækraváða”. Tað vil siga, at tað er ikki bara ein spurningur um, hvussu stóra inntøku tú hevur. Tað er líka so nógv ein spurningur, hvussu nógv onnur hava í inntøku.

Útgangsstøðið er ein meðal føroyingur

Útrokningarnar fyri fátækraváðanum byggja á eitt tal, ið verður kallað ”median (ella javnvirðisinntøka). Vit kunnu kalla tað ”inntøkan hjá einum meðal føroyingi”.

Um vit siga at 30.000 fólk arbeiða í Føroyum, so kunnu vit seta tey upp í raðfylgju, har tann sum hevur hægstu inntøkuna stendur ovast og tann sum hevur lægst inntøku stendur niðast. Inntøkan hjá tí sum tá stendur í miðjuni (nummar 15.000) er javnvirðisinntøkan. 

Hetta merkir, at um ein milliardingur flytur til Føroya, so ávirkar hann ikki javnvirðisinntøkuna meira enn øll onnur, sum eru omanfyri miðjuna.

Talið flytur seg

Um tín inntøka er minni enn 60% av javnvirðisinntøkuni, so verður tú roknaður fyri at vera í fátækraváða.

Men hetta talið flytur seg so hvørt sum inntøkan hjá meðal føroyingum broytist.

Í 2009 var markið fyri, nær ein persónur varð roknaður fyri at vera í fátækraváða, 116.404 krónur og 5 ár seinni var talið 131.209 krónur. Tað vil siga, at ein persónur kundi vera uttanfyri fátækraváða í 2009, men vera í fátækraváða í 2014 hóast inntøkan hjá hesum persóninum í sama tíðarskeiði var hækkað við 1.200 krónum um mánaðin.

So tá sagt verður, at fleiri føroyingar eru í fátækraváða, so er ikki vist at tað merkir, at føroyingar hava fingið minni at liva av. Hinvegin so gevur tað eina mynd av øktum ójavna í samfelagnum.