1.deildarliðini hjá KÍ og Giza Hoyvík spæla í Klaksvík fríggjakvøldið.
1.deildarliðini hjá KÍ og Giza Hoyvík spæla í Klaksvík fríggjakvøldið.
Talan er um dyst millum nummar 5 og 6 á stigatalvuni, men bæði liðini hava framvegis góðan møguleika at røkka bronsuni. Giza Hoyvík hevur undan dystinum 18 stig, meðan KÍ hevur 15 stig.
Á báðum liðunum eru fleiri leikarar, ið hava nógvar royndir úr bestu deildini. KÍ hevur seinastu vikurnar havt leikarar sum Jógvan Isaksen, Henry Heinesen, Tórur Justesen og Steffan Kalsø á liðnum og hesaferð er David Langaard eisini tøkur, tí hóast hann hevur leikbann sunnudagin í Effodeildini, so hevur hann sitið sítt leikbann yvir í 1.deild síðsta leygardag. Ahmed Keita, Mikkjal Hentze og Leivur Joensen eru leikarar við royndum úr Effodeildini, sum spæla á liðnum hjá Giza Hoyvík.
Dysturin í Klaksvík fríggjakvøldið byrjar kl. 19.00, og dómari verður Rúni Gaardbo. Atgongumerkini kosta 50 kr.




