Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bill: Skomm at tapa 6-1

Jákup Ósá

Men leikliga helt Bill M. Jacobsen, at U21 landsliðið stóran part av dystinum spældi upp ímóti Finnlandi.

U21 landsliðið tapti 6-1 móti Finnlandi hóskvøldið. Venjarin Bill M. Jacobsen var alt annað enn nøgdur, hóast tað vóru glottar.

– Úrslitið 6-1 er skomm. Men annars er tað ein undarlig kensla, tí eg haldi, at vit spæla upp ímóti Finnlandi stóran part av dystinum. Men teir skora uppá alt og nógv av málunum eru alt ov bílig, so har er nakað at arbeiða við hjá okkum. Tað hjálpir heldur ikki, at tað er stór útskifting á liðnum, ikki nógv venjing saman og fáir leikarar við royndum. Í álopspartinum skapa vit nógvar góðar støður og so eru tað tríggir leikarar, sum fáa debut, so tað var at fegnast um, men vit fáa ikki brúkt tað til nógv beint eftir eitt 6-1 tap, segði Bill M. Jacobsen eftir dystin.