Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Spennandi Norðoyastevnuskrá

Hannefíða Joensen

Dagførd 02.06.16


Mikudagur 1 juni


Kl. 16:30 

Bassa føðingardagur

Øll børn fáa ballon og gávu frá Bassa.

Gyklarin Ásbjørn undirheldur.

Tiltaki verður norðanfyri Fótbóltskýlið í Klaksvík

Sí meira á www.eik.fo

Hósdagur 4 juni


Kl. 18:00-24:00 

Maverick Barr og grillin er opið

Kl. 20:00

Soli Deo Gloria: Ungsdómsmøti

Kl. 21:00 

Ungdómsmøti í Betesda

Fríggjadagur 5 juni

Kl. 16-19 

Listaframsýning á Norðoyastevnu Fríggjadagin 3. juni letur upp ein serlig listaframsýning í hølunum hjá Klaksvíkar Handverksmeistarafelag (Gamli bygningurin hjá Hvalvík). Framsýningin umfatar verk eftir fleiri kendum listafólkum. Talan er um eina søluframsýning, sum er opin á Norðoyastevnu og fram til 8. juni. Framsýningin er ókeypis at vitja. Opið er soleiðis: Fríggjadagin 3. juni 16:00 til 19:00 Leygardagin 4. juni 16:00 til 19:00 Sunnudagin 5. juni 16:00 til 19:00 Mánadagin 6. juni 16:00 til 19:00 Týsdagin 7. juni 16:00 til 19:00 Mikudagin 8. juni 16:00 til 19:00 Gamla Seglhúsið Tel. 217055


Kl. 18 

Paintball, úti á Sandinum (niðanfyri íbúðarbyggingina)


Kl. 18      

Myndaboks, tak ein mynd á Tivoliøkinum


kl. 18 

Talvkapping fyri børn og ung í tveimum bólkum: 5. flokkur og yngri og 6. flokkur og eldri. Heiðursmerki verða latin nr. 1,2 og 3.

Kappingarnar fara fram í hølum Klaksvíkar Talvfelags, tilmelding á tel. 295054 ella 

tma@kallnet.fo.  Øll eru vælkomin.


Kl. 18:00 

NORÐOYASTEVNAN VERÐUR SETT: Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini, setur Norðoyastevnuna á pallinum við Tivoliøki. Magni Christiansen spælir á pallinum, ísamband við setanina.


Kl. 18:00 

TIVOLI og útsølur við fótbóltskýlið, hópin av góðum vinningum.


Kl. 18.00 

Skjótibreyt á Tivoliøkinum við fótbóltskýlið


Kl. 18.00 

Hoppiborgir, Karussel og spæliland á Tivoliøkinum við fótbóltskýlið


Kl. 18:00 

Trampolin, El-bilar, Gyroskop, Tarvurin ,Talerkakast,ballónkast,Bogaskjóting á Tivoliøkinum


Kl. 18:00 

Stórt Hoppiland á Akursmørk


Kl. 18:00 

Pannukøkubúðin og við Belgiskum vaflum á Tivoli økinum


Kl. 14-04:00 

Maverick og grillin er opið


Kl. 19.00 

KFUM & K-skótarnir skipa fyri KONDIBINGO

(Tiltakið byrjar og endar í KFUM og K.


Kl. 20:00 

Fótbóltur Dr. U14 Kí d – NSÍ b


Kl. 20:00 

Karis: Bíbliutími


Kl. 20:00 

Ungdómsmøti í Emmaus


Kl. 21:00 

Countrydansur fyri 60 + : Fríggjakvøldið 3. juni á Norðoyastevnu skipar Eldraráðið í Klaksvík fyri góðum Countrydansi við Hallur Joensen. Dansurin, sum verður í Smæruni á Kjalarvegi 48,byrjar kl 21:00 og er fyri borgarar 60 ár og eldri.

Fyri ikki at fara upp um mest loyvda fólkatal, sum er ásett fyri Smæruna, mugu áhugaði tekna seg frammanundan á telefon 228488. Kostnaðurin er 100,- kr og verður at rinda við dyrnar.

Hjartaliga vælkomin.

Eldraráðið í Klaksvík


Kl. 21:00 

TÓNLEIKUR: Danny Baldursson syngur (Á pallinum á Tivoliøkinum)

Kl. 23      

Jens Marni framførir á pallinum á Tivoliøkinum


Kl. 23.00

FØROYSKUR DANSUR: Almennur Føroyskur Dansur í Skálanum. Klaksvíkar Dansifelag skipar fyri.


Kl. 23:45-03:45  

Jacqson: Jens Marni


Kl. 23:00 

Roykstovan: Pub Quis v/Kristian Joensen


Kl. 24:00-04:00 

Maverick: Karokee í ovaru hæddini

Norðoyastevnuaftan 4 juni (Leygardagur)

Kl. 10:30 

FÓTBÓLTUR:G. U6 og Dr. U6: KÍ b, KÍ c, ÍF a,b, B36 b, HB b;c, EB/S c,d,e

Kl. 11:00 

Christianskirkjan
Solokonsert – matinée
Sámal Petersen, hevur solokonsert við tónleiki eftir J. S. Bach í
Christianskirkjuni, hann kemur at spæla uppá sína violin, violinina og
bogan hjá abba sínum Sámali Petersen og violin og boga hjá pápabeiggja
sínu, sum hann sjálvur hevur smíða og kemur Sámal eisini at greiða frá
tónleikinum v.m.

Kl. 11:00 

Treysti skipar fyri árligu renningini kappingini

Skráin fyri rennikappingina leygardagin 4. juni á Norðoyastevnu sær soleiðis út:

kl. 11.00 Menn/Kvinnur (f. 1971-1999) – 5 km

kl. 11.00 Menn/Kvinnur Veteranar (f.1961-1970) – 5 km

kl. 11.00 Superveteranar (f.1960 ella fyrr) – 5 km

kl. 11.45 Dreingir-7/Gentur-7 (f.2009 ella seinni) – 450 m

kl. 11.55 Dreingir-10/Gentur-10 (f.2006-2008) – 900 m

kl. 12.05 Dreingir-13/Gentur-13 (f.2003-2005) – 1.350 m

kl. 12.15 Dreingir-17/Gentur-17 (f.1999-2002) – 1.350 m

kl. 12.30 Heiðursmerkjahandan uttanfyri/innanfyri Norðoya Sparikassa

Kl. 12:15 

FÓTBÓLTUR: GENTUR U10 KÍ a,b, B36 a,b,C, SKÁLA a,b, GIZA/

Kl. 13:00

KAPPRÓÐUR: Barnaróður byrjar

Kl. 13:30

FÓTBÓLTUR: Dr. U10 KÍ a,b, HB a,c,d, ÍF a, TB a, B36 a,b

Kl. 14 

Paintball, úti á Sandinum (niðanfyri íbúðarbyggingina)

Kl. 14      

Myndaboks, tak ein mynd á Tivoliøkinum


Kl. 14-24 

7D biografur, ferðast runt landið – Vitjar Klaksvík á Norðoyastevnu á Tivoliøkinum

Kl. 14-04:00 

Maverick og Grillin er opið

Kl. 14.00 

TIVOLI og útsølur við fótbóltskýlið, hópin av góðum vinningum.

Kl. 14.00 

Skjótibreyt á Tivoliøkinum við fótbóltskýlið

Kl. 14.00 

Hoppiborgir, Karussel og spæliland á Tivoliøkinum við fótbóltskýlið

Kl. 14:00 

Trampolin, El-bilar, Gyroskop, Tarvurin ,Talerkakast, ballónkast, Bogaskjóting á Tivoliøkinum

Kl. 14:00 

Stórt Hoppiland á Akursmørk

Kl. 14:00 

Pannukøkubúðin og við Belgiskum vaflum

15:00-18:00

Spaniastova, Eliana Svøðstein hevur málningaframsýning


16:00-22:00 

Grill Team, festivalbúffar og kebab

Kl. 15.00

FM Kappróður: Beint eftir róðurin, verða steypini handað í Klaksvíksgarðinum

Kl. 15:15 

FÓTBÓLTUR: GENTUR U17 KÍ a – TB

Kl. 16:30

FÓTBÓLTUR: GENTUR U17 KÍ b – B71

Kl. 16-20 

Listaframsýning: Norðoyastevnuframsýningin 2016 í Miðhøllini á Skúlatrøð

Norðoya Listafelag skipar fyri

Kl. 17:30-21:00

Vatn-sportur á Vánni, siglt við pútum. Fyri børn og vaksin.

Siglt verður frá norðastu bátabrúgv, niðanfyri FK

Kl. 16-19 

Listaframsýning á Norðoyastevnu: Fríggjadagin 3. juni letur upp ein serlig listaframsýning í hølunum hjá Klaksvíkar Handverksmeistarafelag (Gamli bygningurin hjá Hvalvík). Framsýningin umfatar verk eftir fleiri kendum listafólkum. Talan er um eina søluframsýning, sum er opin á Norðoyastevnu og fram til 8. juni. Framsýningin er ókeypis at vitja. Opið er soleiðis: Fríggjadagin 3. juni 16:00 til 19:00 Leygardagin 4. juni 16:00 til 19:00 Sunnudagin 5. juni 16:00 til 19:00 Mánadagin 6. juni 16:00 til 19:00 Týsdagin 7. juni 16:00 til 19:00 Mikudagin 8. juni 16:00 til 19:00 Gamla Seglhúsið Tel. 217055

Kl. 18:00 

Fótbóltur: KÍ – GÍ Legends

Kl. 18:00 

Trølla Pætur og Trølla Omman undirhalda á Tivoli økinum

kl. 18 

Talv snarkapping á skránni – 5 min. í part. Vinnarin fær steyp til ognar.

Kappingarnar fara fram í hølum Klaksvíkar Talvfelags, tilmelding á tel. 295054 ella 

tma@kallnet.fo. Øll eru vælkomin.

Kl. 19-23 

Eydnuhjól í Húsmøðurfelagshúsinum, Sigurglæman skipar fyri

Kl. 20.00 

Fótbóltur: 2 Deild menn KÍ – 07 Vestur

Kl. 20:00 

Ungdómsmøti í Emmaus

Kl. 20:00 

TÓNLEIKUR: Guitar friends framføra (Á pallinum á Tivoliøkinum)

Kl. 21:00-01:00 

Samkoman í Betesda, opið hús

Kl. 21:00

TÓNLEIKUR live: Holgar Jacobsen syngur (Á pallinum á Tivoliøkinum)

Kl. 21:30-24:00

Café Fríða: Forkunnugt blues við Big Creek Slim og Una Debess
Leygarkvøldið 4. juni kl. 21.30 fara kendi danski blues tónleikarin Big Creek Slim og Uni Debess at hava eina blues framførslu í Café Fríðu. Big Creek Slim varð kosin besta blues navn í Danmark 2015, og vann í 2013 Danish Blues Challenge. Við gittaranum á bakinum hevur hann ferðast víða um. Hann hevur til dømis búð og ferðast runt í Louisiana, Mississippi, Arkansas, Alabama og Tennessee og er nú búsitandi í Brasilia, har hann livir av at spæla blues.
Big Creek Slim ger blues søguna livandi. Hann hevur eina rødd og spælistíl, við íblástri frá millum annað Muddy Waters, Howling Wolf og John Lee Hooker.
Tú gert ovfarin, tá Big Creek Slim byrjar at syngja, tí hann rakar ein beint í hjartað, við sínum trøllabindandi ráleika og nærveru. Uni Debess, eisini kallaður Mr. Blues, er kendur fyri at spæla sín væl svingandi blues tónleik, og hevur lagt eftir sær 10 fløgu útgávur.
Í løtuni er Uni fløguaktuellur við fløguni GREEN. Á fløguni er millum annað spildurnýggju hittini Sugar Mama og Your Man.
Konsertin leygarkvøldið 4. juni byrjar kl. 21.30 í Café Fríðu í Klaksvík og kostnaðurin er 100 krónur.

Kl. 22:00 

TÓNLEIKUR live: Bára Silvansdóttir syngur (Á pallinum á Tivoliøkinum)

Kl. 23:00-03:45 

Jacqson: Rani Nolsøe

Kl. 24:00-03:45

Roykstovan: Live tónleikur við Marni Kruse

Kl. 23.00-23:30

Klaksvíkar Hornorkestur spælir í Vágstúni.

Kl. 23:30-24:00

Morgunkórið við Sigrid Sivertsen hevur kórsang

Kl. 24.00 

Midnáttarsamkoma. Kyndlagonga kemur í Vágstún, har Eyðfinn Reyðberg, stjóriflytur fram røðu. Aftaná verður stórt fýrverkarí og felagssangur, har morgunkórið v. Sigrid Sivertsen luttekur saman við Harmonkispæli

Kl. 24:00-04:00 

Maverick: Karokee í ovaru hæddini

Kl. 00:00-03:45

Dansur: STÓR-dansur í KÍ-høllini við Signar í Homrum Band- NFÍ skipar fyri

Kl. 00.30-03.00 

Opið hús í KFUM & K. Norðoyastevnukafé

Norðoyastevnudag 5. Juni (Sunnudagur)

Kl. 11:00

Christianskirkjan, Guðstænasta við Marjun Lómaklet


Kl. 11:00 

Betesda: Breyðbróting

Kl. 11:00 

Karis: Familjumøti við morgunmati


Kl. 12:30 

Betesda: Sunnudagsskúli

Kl. 12:30

1 deild kvinnur KÍ – HB

Kl. 14-23

7D biografur, ferðast runt landið – Vitjar Klaksvík á Norðoyastevnu á Tivoliøkinum

Kl. 14-23 

Myndaboks, tak ein mynd á Tivoliøkinum


Kl. 14

Paintball, úti á Sandinum (niðanfyri íbúðarbyggingina)

Kl. 14:00 

Gamla Seglhúsið: Listaframsýning, Torbjørn Olsen í Gamla Seglhúsinum. Sunnudagin 5. juni letur upp framsýning við Torbjørn Olsen í Gamla Seglhúsinum. Fernisering verður kl. 14:00 og kemur Hilmar Høgenni, formaður í Listafelag Føroya at røða. Umframt ábit og okkurt leskandi afturvið, koma Karl Martin Samuelsen og Eyðun Nolsøe at framføra eitt sindur av tónleiki. Talan er um eina søluframsýning, sum umfatar oljumálningar og steinprent. Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, hongur uppi fram til 1. juli.

Kl. 14-24:00 

Maverick og Grillin er opið

Kl. 14.00 

Skrúðgonga við Klaksvíkar Hornorkestri, Býraðs & Bygdarráðslimum úr Norðuroyggjum, skótum, ítróttarfólki, fer úr Klaksvíksgarðinum, og heim í Vágstún, har Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri, flytir fram røðu. Klaksvíkar Hornorkestur spælir

Kl. 14:30

Barnasang Kafé í KFUM & K

Kl. 15:00-18:00

Spaniastova, Eliana Svøðstein hevur málningaframsýning


Kl. 15:00-21:00

Grill Team, festivalbúffar og kebab

Kl. 15-20

Listaframsýning: Norðoyastevnuframsýningin 2016 í Miðhøllini á Skúlatrøð

Norðoya Listafelag skipar fyri

Kl. 16-22 

Eydnuhjól í Húsmøðurfelagshúsinum, Sigurglæman skipar fyri

Kl. 16:30-20:00

Vatn-sportur á Vánni, siglt við pútum. Fyri børn og vaksin.

Siglt verður frá norðastu bátabrúgv, niðanfyri FK

Kl. 16-19 

Listaframsýning á Norðoyastevnu: Fríggjadagin 3. juni letur upp ein serlig listaframsýning í hølunum hjá Klaksvíkar Handverksmeistarafelag (Gamli bygningurin hjá Hvalvík). Framsýningin umfatar verk eftir fleiri kendum listafólkum. Talan er um eina søluframsýning, sum er opin á Norðoyastevnu og fram til 8. juni. Framsýningin er ókeypis at vitja. Opið er soleiðis: Fríggjadagin 3. juni 16:00 til 19:00 Leygardagin 4. juni 16:00 til 19:00 Sunnudagin 5. juni 16:00 til 19:00 Mánadagin 6. juni 16:00 til 19:00 Týsdagin 7. juni 16:00 til 19:00 Mikudagin 8. juni 16:00 til 19:00 Gamla Seglhúsið Tel. 217055

Kl. 14.00-23.00 

TIVOLI og útsølur við fótbóltskýlið, hópin av góðum vinningum.

Kl. 14.00-23.00 

Skjótibreyt á Tivoliøkinum við fótbóltskýlið

Kl. 14.00-23.00

Hoppiborgir, Karussel og spæliland á Tivoliøkinum við fótbóltskýlið

Kl. 14:00-23:00 

Trampolin, El-bilar, Gyroskop, Tarvurin ,Talerkakast, ballónkast, Bogaskjóting á Tivoliøkinum

Kl. 14:00-23:00 

Stórt Hoppiland á Akursmørk

Kl. 14:00 

Pannukøkubúðin og við Belgiskum vaflum

Kl. 15.00 

FÓTBÓLTUR: EFFO DEILDIN KÍ-NSÍ

Kl. 17:00

Ævintýraferðin undirheldur á Tivoliøkinum (við fótbóltskýlið)

Kl. 17:15 

Fótbóltur: 1 deild menn KÍ – Giza/Hoyvík

Kl. 18:00

Soli Deo Gloria: Sang & vitnimøti, suppa verður aftaná møti

Kl. 18:00 

Familjumøti í Emmaus

Kl. 18:00 

Møti í Betesda

Kl. 18.00 

Møti í KFUM & K

Kl. 19:00 

Tónleikur: DJ Christi diskar á pallinum (Tivoli økinum)

Kl. 19:15 

Fótbóltur: 2 deild kvinnur KÍ – B36

Kl. 20:00 

Tónleikur: Heri Hentze framførir á Tivoliøkinum

Kl. 20:30 

KFUM & K: Ungdómsmøti við Kristian Fríðrik Olsen

Kl. 21:00

Tónleikur live: Símun Skorastein framførir á Tivoliøkinum

Kl. 22:00

Tónleikur live: Hans Andrias Jacobsen framførir á Tivoliøkinum

VÆLKOMIN Á NORÐOYASTEVNU

Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð vilja við hesum ynskja øllum vælkomnum á Norðoyastevnu

NORÐOYA FRÍTÍÐAR- OG ÍTRÓTTARRÁÐ

Nevndin

Møguligar broytingar í skránni: Sí www.nfi.fo