Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Øll eru vælkomin á Norðoyastevnu

Oliver Joensen

 So byrja summarstevnurnar aftur. Eins og tjaldrið er boðberin um ljósari tíðir, er ber Norðoyastevnan boð um, at nú er summarið komið.

Tátturin um, um tíðin er farin frá stevnunum ella ikki, hevur mangan verið umrøddur, eisini her í blaðnum. 

Tað verður ikki undirstrikað nóg ofta, at summarstevnurnar eiga at vera fyriskipaðar á hvørjum ári. Ein grundgeving er, at vit fáa meira og meira av frítíð og harvið gerst tørvurin á undirhaldi alsamt vaksandi.

Um vit ikki sjálvi skipa undirhaldi í lokalsamfeløgunum kring landið, so er vandi skjótt fyri, at altjóða miðlarnir taka áræðið og tíðina frá okkum. Tað kann hava við sær, at vit so líðandi missa okkara samleika og gerast viljaleysir áskoðarar til tað, ið fer fram kring um í heiminum.

Gleðilig tíðindi komu frá Róðrarsambandinum fyri døgum síðani, har sagt var at áhugin fyri kappróðri er vaksandi.

Tað liggur á ljóðið, at tey yngstu í samfelagnum eru um at taka hond um kappróðurin aftur, og at tað millum børn nú aftur er stórur áhugi fyri at taka ár í hond. Okkara tjóðarítrótt sær út til at hava góð ár fyri framman.

Kappróðurin er stóra ítróttin á stevnunum. 

Tí hava vit fyrr á hesum teigi nevnt, at vit áttu kanska at skipa okkum betur við áskoðaraplássum, undirhaldi og hugna kring kappróðrarøkið.

Spurningurin er, um tað ikki hevði verið rættari at flutt tivoli og annað virksemi á Norðoyastevnu út í Klaksvík. Sjómannadagurin og Jólaskipið hava roynt hetta við góðum úrsliti.

Um dagarnar segði formaðurin í Róðrarsambandinum okkurt um, at tað sýntist sum um fólk bara vildu hava kappróðurin so skjótt lidnan sum møguligt. Hann eftirlýsti, at vit lótu róðurin taka tað tí tað tók at leggja bátar og rógva.

Um vit skipaðu okkum við Norðoyastevnuni úti í Klaksvík, so høvdu vit gyltan møguleika at skipa so fyri, at áskoðarar kundu hugna sær við nógvum ymiskum ímillum róðrarnar. Ja, møguleikar høvdu eisini verið at skipa fyri ymiskum smærri kappingum ímillum róðrarnar, um tað var neyðugt.

Vit eiga at halda fast um okkara tjóðarítrótt og skipa so fyri, at tað verður ein uppliving, sum dregur nógv fólk til, at hyggja eftir kappróðri. her eiga vit at hugsa nýtt og stórt.

Eftir er so bara einaferð enn at bjóða øllum føroyingum á Norðoyastevnu.

Góða Norðoyastevnu