”Um fólk skulu vera heima sum longst (sum lógin leggur upp til), so mugu vit eisini gera tað møguligt hjá teimum at vera heima.” Tað sigur Tordur Niclasen, leiðari fyri Økistænastuna hjá Skálafjarðarsamstarvinum. Vit hittu hann á Skála í gjár, í sambandi við at nýggja dagtilhaldið til fólk við demensi varð tikið í nýtslu.
Tordur vísir á, at nýggja tilboðið á Skála er ein ”millumleið” ímillum tað at vera heima og at vera á stovni.
”Tað kann vera ógvuliga tyngjandi fyri tey avvarðandi at hava fólk heima, sum eru rakt av demenssjúku, og tí síggi eg hetta sum eina góða loysn,” sigur hann.
Tillagað tilboð
Tá vit spyrja Tord, hvussu dagarnir á heiminum fara at verða skipaðir, sigur hann, at tað er ikki endaliga avgjørt enn.
”Málið hjá okkum er at gera hesi fólkini virkin, men júst hvat tey skulu gera, verður lagað eftir tørvinum hjá tí einstaka. Tey verða tikin við í okkurt slag av virksemi, sum teimum dámar at fáast við,” sigur hann.
Pláss fyri 10 fólkum
Á dagtilhaldinum á Skála verður pláss fyri 10 fólkum, men sambært eini meting hjá økistænastuni, er tørvurin størri enn so.
”Tað er tó ikki vist, at øll vilja taka av hesum tilboðnum,” sigur Tordur Niclasen, men leggur tó afturat, at teirra royndir vísa, at tá tilboðið er komið, so veksur áhugin fyri tí.
”Men tað er eisini møguligt, at onkur ikki ynskir at vera her hvønn dag,” sigur hann.
”Um ein brúkari bara ynskir at vera her tveir dagar um vikuna, so gevur tað pláss fyri at onkur annar kann vera her hinar tríggjar dagarnar. Tað læsa vit okkum ikki føst í,” sigur Tordur.
Flutningur ein avbjóðing
Økið ið Økistænastan fyri Skálafjarðarsamstarvið umfatar, røkkur Heilt frá Selatrað og Æðuvík í suðri til Elduvíkar og Funning í Norði.
”Tað er ein avbjóðing,” sigur Tordur. ”Vit royna at finna eina loysn í samráð við brúkaran og teirra avvarandi. Fjarstøðan er so ymisk. Summi kunnu kanska koma til gongu, meðan onnur skulu ferðast langan veg, men flutningur skal í øllum førum ikki vera ein forðing,” sigur hann.
Fara at kunna um sjúkuna
”Vit ætla ikki bara at taka okkum av teimum sum verða rakt av demens sjúkuni. Vit ætla eisini at kunna um sjúkuna og at undirvísa um evnið,” sigur Tordur Niclasen. Hann vísir á stóra týdningin av, at samfelagið er demensvinarligt, og uttan kunning um evnið, fáa vit ikki eitt tílíkt samfelag. Eisini vísir hann á, at roknað verður við, at fleiri og fleiri í framtíðini fara at verða rakt av sjúkuni.
”Ætlanin er, at einaferð um vikuna skulu avvarðandi kunna koma her til samrøður og at verða vegleidd. Tað kann bæði verða skipað sum dagundirvísing og kvøldundirvísing,” sigur hann.
Ikki ásett nær fyrstu fólkini koma í tilhaldið
Spurdur nær tey fyrstu fólkini koma í tilhaldið sigur Tordur Niclasen, at tað er eitt sindur óvist.
”Vit hava í løtuni 5 brúkarar, sum væntandi koma inn í næstum. Men áðrenn tað, fer leiðarin fyri húsið á heimavitjan hjá teimum, og síðani verður ein lagalig tilgongd løgd til rættis,” sigur hann.
Í august mánaði verður húsið stongt, tí tá skal ein stór umvæling gerast. Millum annað skal nýggjur køkur setast upp og vindeygu skulu skiftast.
Bílig loysn
”Alt er relativt, men hetta er ikki ein dýr loysn,” sigur Tordur, tá hann verður spurdur um kostnaðin av at reka dagtilhaldið.
”Tað sum ger hetta til eina bíliga loysn er, at hetta er ikki ein bústaður, og tí skulu vit ikki hava fólk til arbeiðis alt samdøgrið. Tey fara at arbeiða 7 tímar um dagin og harumframt skulu fólk eisini rinda eitt sindur sjálvi fyri at vera her,” sigur hann.
”Talan er ikki um nakað høgt gjald. Helst verða tað einar 70 krónur um dagin fyri uppihald, morgunmat, døgurða og millummála, og so fáa vit at síggja um flutningskostnaður eisini skal leggjast afturat,” sigur Tordur.
Byrjaði við ósemju men bleiv ein góð loysn
Stór ósemja var um eldrasambýlið á Skála, tá tað í vetur frættist, at ætlanin var at lata tað aftur, men við hesi loysnini sær út til, at funnið er fram til eina loysn, sum tænir einum góðum endamáli.
”Eg veit ikki um øll eru glað, men tær afturmeldingarnar sum eg fái eru ómetaliga positivar,” sigur Tordur, og hann heldur eisini, at góðar grundir eru til at fegnast.
”Tað er skilligt, at tað er júst hesa leiðina vit skulu ganga viðvíkjandi fólkum sum eru minnisveik,” sigur Tordur Niclasen.
(Myndir frá hátíðarhaldinum í gjár kunnu síggjast her)




