Freistin at melda til online til 20. Føroya Bjór Renningina er á miðnátt í kvøld. Eftir tað kann ein bert melda til á staðnum. Kostnaður fyri vaksin er í kvøld kr. 60 og fyri børn kr. 30. Um ein meldar til á staðnum í morgin verða lagdar kr. 20 omaná, tvs. vaksin kr. 80 og børn kr. 50. Tilmelding á staðnum fer fram í Norðoya Sparikassa.
kl. 11.00 Menn/Kvinnur (f. 1971-1999) – 5 km
kl. 11.00 Menn/Kvinnur Veteranar (f.1961-1970) – 5 km
kl. 11.00 Superveteranar (f.1960 ella fyrr) – 5 km
kl. 11.45 Dreingir-7/Gentur-7 (f.2009 ella seinni) – 450 m
kl. 11.55 Dreingir-10/Gentur-10 (f.2006-2008) – 900 m
kl. 12.05 Dreingir-13/Gentur-13 (f.2003-2005) – 1.350 m
kl. 12.15 Dreingir-17/Gentur-17 (f.1999-2002) – 1.350 m
kl. 12.30 Heiðursmerkjahandan uttanfyri Norðoya Sparikassa
Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum, og steyp verður latið skjótastu kvinnuog manni á 5 km teininum.




