Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ÍF Føroyar tryggjað sær uppflyting

Danial Viðoy

Hóast tað eru tvey leikumfør eftir hevur næstbesta liðið hjá ÍF Føroyum longu tryggjað sær uppflyting upp í seriu 1, eftir at hava vunnið 9. sigurin á rað og allar dystirnar í kappingini higartil í ár.

mynd: Tað var sannur rómur eftir dystin í gjár…

Hóast tað eru tvey leikumfør eftir hevur næstbesta liðið hjá ÍF Føroyum longu tryggjað sær uppflyting upp í seriu 1, eftir at hava vunnið 9. sigurin á rað og allar dystirnar í kappingini higartil í ár.

Eftir 3-0 heimasigurin á HIK í gjár liggur ÍF Føroyar á 1. plássi við 27 stigum eftir við á eini málúrtøku á +34 (38-4). – ÍF Føroyar hevur altso vunnið allar dystirnar í ár. – Málini í gjár skutu Jósup Henriksen, Jóhan Petur Holm og Svenn Fuglø.

Kappingin í seriu 2 er skipað á tann hátt, at vinnarin í hvørji kapping/bólki flytur upp og besta liðið á 2. plássið. Tað skal standa illa til, um ÍF Føroyar ikki í minsta lagi verður besti 2’ari. Tí tað nærmasta liðið skal vinna báðar sínar dystir og skora 27 mál. – Tískil torir undirritaði at skriva, at uppflytingin er tryggjað.

Tað skal ganga sera illa, um næstbesta liðið hjá ÍF Føroyum ikki fær eitt stig afturat í tveimum teimum seinastu dystunum, tí allar undanfarnu hevur liðið vunnið. Fær liðið bert eitt stig afturat, so er 1. plássið tryggjað.

Besta liðið hjá ÍF Føroyum spælir í seriu 1. Komandi ár verða tað tískil tvey lið í seriu 1, men ikki í somu kapping/bólki.

Niðanfyri sæst samandráttur av heimasigrinum í gjár, tá ið ÍF Føroyar vann ein tryggan 3-0 sigur í meira enn 27 hitastigum: