Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ kvinnurnar í fremstu røð – vunnu á HB á Djúpumýru í dag

Norðlýsið

 Kvinnurnar hjá KÍ leiktu landskappingardyst á Djúpumýru í dag. Skulu tær enda sum nr. 1 i landskappingini, so er krávið ein sigur, tí kappingin er hørð. Og sigurin megnaðu tær í dag hóast HB gav teimum harða kapping.

Í størsta partinum av fyrra hálvleiki, var HB omaná. Tað fingu tær eisini løn fyri mitt í hálvleikinum, tá tær skoraðu til 0-1. Men upp undir endan av hálvleikinum riggaði betur hjá KÍ og hetta gav eisini úrslit, tá Maria Thomsen kundi seta bóltin í málið hjá HB til hálvleiksstøðuna 1-1.

Í seinna hálvleiki kom KÍ betur fyri seg, og tá stóð á hjá HB, men málmøguleikarnir vóru fáir. Tó gjørdi Rannvá Andreassen bart, tá umleið eitt korter var eftir av dystinum og skoraði til endaligu støðuna 2-1 til KÍ. Seinasta korterið trýstið KÍ, tó uttan at tær megnaðu at fáa nakað burturúr afturat.

KÍ kvinnurnar eru nú á odda í kappingini, við sama stigatali sum Eb/Streymur/Skála, men við betri málúrtøku.