Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Haldi meg ikki vera ógegnigan

Helgi Abrahamsen

“Viðvíkjandi gegnisspurninginum má eg siga, at eg eri í stóran mun ósamdur við landsstýrismanninum.” Tað skrivaði John Rajani til Marjuna Hanusardóttir, løgmansstjóra, týskvøldið 31. mai.

“Viðvíkjandi gegnisspurninginum má eg siga, at eg eri í stóran mun ósamdur við landsstýrismanninum.” Tað skrivaði John Rajani til Marjuna Hanusardóttir, løgmansstjóra, týskvøldið 31. mai.

John Rajani var týsdagin á fundi við løgmansstjóran í sambandi við at hann, hóast innstillaður sum nummar eitt, ikki var settur í starv sum aðalstjóri á Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum.

Á fundinum fekk John Rajani at vita, at landsstýrismaðurin hevði havt onkur ivamál og var í tí sambandi biðin um at gera skrivligar viðmerkingar viðvíkjandi hesum ivamálunum. Viðmerkingarnar vórðu vístar John Rajani, og sama kvøld sendi hann sínar viðmerkingar til Marjuna Hanusardóttur, løgmansstjóra.

Ógegni og persónligt samstarv

Viðmerkingarnar hjá Poul Michelsen, landsstýrismanni, snúðu seg um ógegni viðvíkjandi aliøkinum, teleøkinum og partar av bankaøkinum. Eisini var talan um ógegni orsaka av starvinum í bankanum og um undanfarið samstarv millum landsstýrsmannin og John Rajani.

Viðvíkjandi spurninginum um gegni vísti Johan Rajani á, at hvat alivinnuni viðvíkur, so er dagliga umsitingin løgd til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, og er tí ikki inni í sjálvum ráðnum. Hann vísti eisini á, at avgerðir hjá Heilsifrøðiligu Starvsstovuni kunna ikki kærast til landsstýrismannin, men til Vinnukærunevndina. Umsitingin av spurninginum um eigaraavmarkingar innan alivinnuna v.m. eru lagdar til Skráseting Føroya at umsita, og eisini avgerðir hjá Skráseting Føroya kunna bert kærast til Vinnukærunevndina.

“Eg meti meg ikki vera ógegnigan í samband við generella regulering av alivinnuni,” segði John Rajani.

Heldur ikki á teleøkinum

Tað sama segði John viðvíkjandi Føroya Tele.

“Eg dugi ikki at síggja, at eg sum aðalstjóri komi at hava nakað við stjóran á Føroya Tele at gera,” segði hann, og vísti á, at sum hann hevði skilt tað, so hevði setanarbólkurin viðgjørt henda spurningin áðrenn tey høvdu mælt til at seta hann í starvið.

“Eg havi skilt hetta soleiðis, at undirritaði og setanarbólkurin eru samd um hesi viðurskifti,” segði John Rajani.

Bankastjórar skulu eisini vera óheftir

Tað at hann hevur verið stjóri í einum banka sær John Rajani sum ein fyrimun fyri Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, og hann dugir als ikki at skilja, hví tað skal vera tulkað sum ein gegnistrupulleiki.

“Sum bankastjóri er tað júst ein avgerandi fortreyt, at eg ikki havi nakað tilknýti til kundar bankans,” segði hann í skrivinum til løgmansstjóran, og hann sigur seg als einki kenna til nakað privat samskifti við landsstýrismannin í sínum privata virki, og tí skilti hann ikki útsøgnina hjá landsstýrismanninum tí viðvíkjandi.

Eg vóni, at talan er um eitt mistak, tí eg veit meg ikki at hava nakað útistandandi við landsstýrismannin yvirhøvur, hvørki í mínum stavi á Fiskasøluni ella í Bank Nordik”, segði John Rajani.

Løgmaður boðaði frá fríggjadagin, at starvið sum aðalstjóri á Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum verður lýst leyst av nýggjum, hóast ein samdur setanarbólkur hevur innstilla John Rajani sum nummar eitt til starvið.