“Málið er at fáa alt út.” Tað sigur Erhard Jacobsen, leiðari á Føroya Landsbókasavni. Hann er ein av savnsleiðarunum, sum vóru á vitjan í Klaksvík mikudagin í farnu viku – ein vitjan ið hevði til endamáls at koma í samband við fólk runt um í landinum.
Landsbókasavnið hevur lagt flestu føroysku bløðini, fram til 1999, út á internetið, men enn eru nýggjastu bløðini ikki løgd út.
“Løgtingstíðindi og Skúlablaðið koma skjótt afturat og í løtuni leita vit eftir einum nýggjum platformi til nýggjastu bløðini,” sigur Erhard.
Stórt framstig
Tað at gomlu bløðini liggja á netinum ger tað møguligt hjá fólki at sita heima hjá sær sjálvum og blaða í teimum. Tað arbeiðið mátti fyrr gerast á Landsbókasavninum, og nýggji møguleikin sæst aftur í vitjanunum á bókasavninum.
“Vit síggja ikki teir gomlu føstu gestirnar longur,” sigur Erhard Jacobsen. “Nú er tað bara onkur hendinga gestur, sum leitar í gamla blaðsavninum,” sigur hann.
Størsti fyrimunurin við nýggju skipanini er, at hon gevur møguleika at leita eftir til dømis einum ávísum navni í blaðsavninum, og lítla løtu seinni hevur tú øll bløðini, har umbidna navnið hevur staðið í. Fyrr máttu fólk blaða øll bløðini ígjøgnum, fyri at finna tað tey leitaðu eftir, og tað kundi taka rættiliga langa tíð.
Alt mátti skannast
“Fyri at fáa gomlu bløðini talgild var neyðugt at skanna allar teir gomlu mikrofilmarnar, og tað arbeiðið varð gjørt í India,” sigur Erhard Jacobsen. Men soleiðis verður ikki í framtíðini.
“Nýggjastu bløðini eru gjørd á teldu og eru tí goymd sum pdf-fílur, og tí verður tað munandi skjótari at fáa tey út,” sigur hann.
Men nær tað verður gjørt veit hann ikki.
“Tað er alt ein spurningur um fíggjarliga játtan,” sigur hann.




