Aksel V. Johannesen, løgmaður, skal um stutta tíð gera eina nýggja lýsing, har søkt verður eftir aðalstjóra til Uttanríkis- og Vinnumálaráðið. Hetta gjørdist greitt fríggjadagin, tá Løgmansskrivstovan boðaði frá, at starvið verður lýst av nýggjum.
Í fráboðanini verður løgmaður endurgivin fyri at siga: “Hóast skikkaðir umsøkjarar eru til starvið, eri eg, út frá einari heildarmeting, komin til ta niðurstøðu, at best er at lýsa starvið av nýggjum.”
“Skikkaðir” (í fleirtali), merkir, at tað var meira enn tann eini umsøkjarin, ið var mettur at vera skikkaður, og tí skuldi verið upplagt, at tá landsstýrismaðurin ikki vildi hava tann sum var innstillaður sum nummar 1, so kundi hann valt nummar 2 ella onkran annan. Men tað varð ikki gjørt. Ístaðin verður starvið lýst av nýggjum.
Setanarnevndin hevur gjørt rættiliga greitt, at tey mettu at tann fyrst innstillaði er “serstakliga væl skikkaður til starvið”. Hesin umsøkjarin hevur boðað frá, at hann fer at søkja aftur. Tí verður tað trupult hjá setanarnevnini (um hon verður mannað við somu fólkum), at koma til aðra niðurstøðu, enn at hann framvegis er “serstakliga væl skikkaður”. Tað verður eisini trupult at hála onkran av hinum umsøkjarunum framum, bara tí at landsstýrismaðurin vil hava tað. – Hvat er tá endamálið við at hava eina setanarnevnd?
Spurningurin er so, hvør annar tímir at søkja. Hví skulu tey sum fyrr hava søkt søkja umaftur? Tey hava longu fingið at vita, at sjálvt tá nr. 1 ikki verður settur í starv, so vil løgmaður heldur søkja av nýggjum enn at velja tey.
Løgmaður hevur eisini ein annan møguleika, og tað er at velja nýggj fólk í setanarnevndina. Men hvat signal sendir tað? Endamálið við at hava eina setanarnevnd er júst fyri at tryggja, at eingin verður politiskt valdur. Men um politikararnir velja fólk í setanarnevndina alt eftir hvønn teir vilja hava innstillaðan, so gevur tað onga meining at hava eina slíka nevnd. So er talan um eina politiska setan.
Viðmerkingarnar sum landsstýrismaðurin hevur sent løgmanni um innstillingina hava verið viðgjørdar á fundi millum setanarnevndina og umsøkjaran, sum varð innstillaður sum nummar 1. Umsøkjarin hevur víst øllum ákærum frá landsstýrismanninum aftur, og hann hevur í tíðindaskrivi sagt, at mangt av tí sum landsstýrismaðurin í vinnu- og uttanríkismálum førir fram er beinleiðis ósatt og niðurgerandi. Eisini hevur hann í sjónvarpssamrøðu lagt landsstýrismannin undir at hava motiv sum minna um rasismu.
Tað reisir spurningin, hvussu hesir skulu kunna samstarva, um sami umsøkjari verður settur sum aðalstjóri?
Einki er at ivast í, at løgmaður er í eini sera truplari støðu, og líkamikið hvørja loysn hann velur, so verður talan um skeiva loysn – so ella so.




