| Í dag hevði listabólkurin á Skúlatrøð fund við luttøku av Helga Fossadal, sum hevur ráðgivið bólkinum í mun til skipan av arbeiðinum Ein týðandi partur av byggingini á Skúlatrøð er list. Serligur listabólkur er settur at gera tilmæli um hvussu listarliga úttrykki skal verða á Skúlatrøð. Á fundinum í dag vórðu ymiskir møguleikar umrøddir, hvussu ein kann listprýða bæði uttan- og innanvert. Eftir fundin varð felags myndatøka av fundarluttakarunum uttanfyri býráðshúsið. Listabólkurin er mannaður av: Jóhann Lutzen, formanni í Trivnaðarnevndini Børn & Ung Signhild V. Johannsen, forkvinnu í Mentanarnevndini Mildrid á Lógv, skúlastýrisforkvinnu Vagn Foldbo, skúlastjóra Eyðbjørn Jacobsen, læraraumboði Svend Sivertsen, arkitekti Tonja Ziskason, skrivara |




