Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

14. umfar: Toppbrak í Klaksvík

Jákup Ósá

Metingar: Sum heild er talan um á pappírinum spennandi umfar í Effodeildini sunnudagin.

Allir fimm dystirnir vera spældir sunnudagin. Á pappírinum er eisini talan um spennandi dystir, tí fleiri av ovastu liðunum eru á útivølli. Størsti dysturin er í Klaksvík, har nummar 1 og 2 møtast. Hetta ger, at B36 og NSÍ aftur kunnu nærkast toppinum eftir hetta umfarið, tí annað ella bæði av teimum ovastu liðunum missa stig. Seinastu umførini hava víst, at Effodeildin í løtuni er rættuliga tøtt, og at dystirnir eru truplir at tippa í mun til undanfarnu ár. Spurningurin er so, um tað heldur fram. Niðanfyri verður mett um 14. umfar í Effodeildini.

Skála-AB

Ein týðandi dystur í botnstríðnun, har serliga heimaliðið hevur brúk fyri einum sigri. Tí AB verður skjótt munandi styrkt við nýggjum leikarum og plagar at fáa góð úrslit seinni út á árið. Skála skal tí gera brúk av at fáa ein mun á 4 stig niður til AB her. Tað liggur í kortunum, at talan verður um javnan dyst. AB er ikki eitt lið, sum vinnur ofta á útivølli, meðan Skála hevur tveir sigrar á heimavølli av seks møguligum. Fyrr í ár hevur Skála tvær ferðir spælt á heimavølli móti kappingarneytum í botnstríðnum, og teir dystirnir endaði við 0-0 móti B68 og 5-1 móti TB. Hjá AB hava fýra teir seinastu dystirnir í Effodeildini antin enda 2-2 ella 3-2. Tað fer hesin kanska ikki at gera, tí vanliga skora hesi bæði liðini ikki nógv mál. Fyrri dysturin á Argjum endaði 0-0, og tað kann hesin eisini gera. Men heimavøllurin hjá Skála og tað, at Skála kanska hevur meir brúk fyri sigrinum uppá hetta tíðspunktið ger, at tippingin koppar til heimaliðið. Tipping: 1 (1-0)

ÍF-B68

ÍF er higartil í ár eitt miðal heimalið, meðan B68 er eitt vánaligt útilið. Tað er hugsandi, at ÍF nú hevur fingið eyguni eftir 4. plássinum aftur, tí komandi tríggir dystirnir kunnu á pappírinum geva fulla úrtøku, tí ÍF er kanska favorittur í teimum øllum. Og fær ÍF 9 stig nú, so er 4. plássið ikki langt burtur í summarsteðginum. B68 hevur seinastu tíðina sjáldan tapt stórt, men trupulleikin er, at tað koma eingir sigrar. Liðið tykist tó hava góðan moral á tann hátt, at liðið hesar báðar seinastu dystirnar hevur verið aftanfyri 2-0, men ikki tapt. ÍF vann fyrru uppgerðina móti B68 í ár og í Fuglafirði er ÍF favorittur at vinna hendan dystin. Tipping: 1 (2-0)

TB-NSÍ

Tað er spennandi, hvat nú fer at henda við TB, nú Sigfríður S. Clementsen hevur tikið yvir. Hann hevur næstan altíð bara vant á pappírinum sterk lið. Nú fær hann eina aðra avbjóðing við einum liði, sum bæði í løtuni og øll tey seinastu árini hevur verið á 7. plássi ella lægri. Sigfríður er royndur og hevur góð úrslit at vísa á og kennir føroyskan fótbólt nógv betri enn hollendski venjarin gjørdi. NSÍ hevur tvær ferðir á rað fingið bank í Klaksvík, men runavíkingar plaga at reisa seg skjótt, men TB er einasta liðið av botnliðum, sum NSÍ seinasta árið hevur havt trupulleikar av. Liðini hava fyrr í ár vunnið hvør sín dyst við Stórá, so tað kann vera, at NSÍ fær tað trupult. Tað veldst eisini eitt sindur um, hvussu skjótt TB leikararnir megna at tillaga seg til nýggju ætlanirnar hjá nýggja venjaranum. TB manglar sínar báðar bestu lokalu leikarar, Rógva Joensen og Teit Olsen, og tá verður tað trupult móti einum svongum og nakað trýstum NSÍ liði. Tipping: 2 (1-3)

HB-B36

Grannauppgerðin hevur nógv at siga eisini hesaferð, og nú eru leiklutirnir býttir um í mun til seinast hesi liðini møttust. Trýstið liggur á HB, tí við tapi her, so eru 9 stig upp til 4. pláss, sum í ár mest sannlíkt gevur seinasta Europa League plássið. Tað var B36, sum við sigri á HB í 8. umfari veruliga koyrdi HB í eina gongd við einari røð av vánaligum úrslitum. Seinastu sjey dystirnir hjá HB siga fimm tap og tveir javnleikir. Sum skilst verður Lukasz Cieslewicz við aftur hjá B36 hesaferð eins og fleiri aðrir royndir leikarar eisini eru tøkir aftur. Vit skulu fýra ár aftur fyri at finna ein HB sigur á B36, um vit ikki telja seinasta umfar í 2014 uppí, tá B36 liðið longu frammanundan hevði tryggjað sær FM. So tað er eingin ivi um, at teir hvítu sita tungt á tí í høvuðsstaðnum. Hetta heldur væntandi fram, tí hóast HB nokk fer at koma fyri seg seinni í ár, so kemur hesin dysturin helst uppá eitt tíðspunkt, har B36 sálarliga er so langt frammanfyri HB liðið, at stigini aftur enda hjá teimum hvítu. Tipping: 2 (1-2)

KÍ-Víkingur

Higartil í ár eru hesi liðini norðanfyri tey bestu í kappingini, og tað er óvanligt síðani 1990 ini. Tí er spurningurin, hvussu leingi tað varðar, tí helvtin av kappingini er eftir. Bara eitt stig skilur liðini og bæði hava harafturat seinnu hálvfinaluna í steypakappingini mikukvøldið at hugsa um. Tann dysturin fyllur neyvan nakað hesaferð, tí hóast hesin dysturin ikki avgerð nakað føroyameistaraheitið, so hevur tað sálarligan týdning eins og vinnarin kemur í eina góða støðu á stigatalvuni. Víkingur hevur bara tapt einaferð í ár, og tað var ímóti júst KÍ. KÍ hevur tapt tvær ferðir og seinna tapið liggur heilt afturi í 20. mars. Sostatt eru hesi liðini ikki von við at tapa fyri tíðina. Sum skilst er KÍ, har í øllum førum Ísak Simonsen og Súni Olsen mangla, meira skert enn Víkingur, har allir uttan Hanus Jacobsen eru tøkir. Tað sum kanska serliga er spennandi hesaferð er, hvørja leikskipan KÍ spælir við. Fer liðið at halda fast í 3-4-3 leikskipanini, sum riggaði so væl í báðum dystunum móti NSÍ, sum spælir við trimum í verjuni. Ella verður farið aftur til tað betri kendu 4-4-2 leikskipanina, sum riggaði væl frammanundan m.a. í dystinum millum hesi bæði liðini í Sarpugerði, tí Víkingur spælir við fýra leikarum í verjuketuni. Venjarin hjá Víkingi, Sámal Erik Hentze er – eins og KÍ venjarin Mikkjal K. Thomassen – eisini tiltikin taktikkari. Tað er eisini spurningurin, hvat hansara taktiska upplegg verður. Tað plagar at vera topp undirhald og ordiligur mannfólka dystur, tá hesi bæði liðini møtast. Sum útgangsstøðið er Víkingur betri stillað til topp dystin, tí liðið er vant við at vinna steyp og hevur í nógv ár fingið betri úrslit enn KÍ og kennir tí betri til, hvat skal til, tá tað veruliga geldur. Samstundis skal Víkingur hevna sítt einasta tap í ár. Men heimavøllurin hjá KÍ og tað, at liðið er í góðari gongd við bæði úrslitum og avrikum og ikki hevur tapt leingi ger, at heimaliðið møguliga kann verja upp móti, at Víkingur helst fer at leggja óvanliga nógv fyri. Tað telur eisini upp hjá KÍ, at liðið hevur gott innanhýsis tak á Víkingi seinasta árið. Tipping: X (1-1)