Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ er best umboðað á U15 landsliðnum

Jákup Ósá

Fyri fyrstu ferð í nógv ár er KÍ best umboðað á U15 landsliðnum hjá dreingjum. 


Sólin skínur í løtuni á Effoliðið hjá KÍ, men nú er ein sólskinssøga afturat hjá norðoyingum. Tí á ungdómssíðuni er helst nógv gott í væntu, tí ikki færri enn fýra KÍ leikarar eru komnir á U15 landsliðið hjá dreingjum. Teir eru Børge Petersen, Olaf K. Hansen, Gulak A. Jacobsen og Jonn Johannessen. KÍ er tað felagið, ið er best umboðað á U15 landsliðnum.  


Fsf.fo skrivar: Aftur í ár fer føroyska U15-landsliðið við dreingjum at taka lut í Brøndby Cup í Danmark. Kappingin verður frá 29. juli til 3. august.

Venjararnir, Eli Hentze og Hegga Samuelsen hava fyrireikað hópin væl til kappingina, og teir, ið nú eru úttiknir til Brøndby Cup 2016 eru hesir:

Bjarke Ejlskov Danielsen, Vejle BK (DEN)
Dánial Danielsen, NSÍ
Alvi Jespersen, B71
Noah Mneney, ÍF
Børge Petersen, KÍ
Olaf K. Hansen, KÍ
Jóhan Joensen, B36
Filip Fuglø, Víkingur
Samuel J. Chukwudi, HB
Hjalti S. Samuelsen, 07 Vestur
Tórur Joensen, HB
Jónas Warner, B71
Meinhard Janusarsson, NSÍ
Kristian K. Hentze, B71
John Johannesen, KÍ
Leivur F. Guttesen, HB
Gulak A. Jacobsen, KÍ
Gutti D. Olsen, EB/Streymur