Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kappróðurin í Hvalvík nógv seinkaður

Jákup Ósá

Misskiljing er orsøkin.

Kvf.fo skrivar: Lagið er ringt í Hvalvík, tí fólk hava gingið og bíðað í tímavís, tí kappróðurin er seinkaður. Barnaróðurin skuldi byrja klokkan 13,men er ikki byrjaður enn.Tað hevur við sær, at sjálvur FM róðurin hjá teimum vaksnu ikki kann byrja til ásettu tíð. Sum skilst var starturin als ikki klárur, tá fólk møttu upp í Hvalvík fyrrapartin.

– Hetta er sera óheppið, og talan er um eina misskiljing millum okkum í RSF og fyriskipararnar, sigur ein sera fámæltur formaður í RSF, Tóki Hartman Niclasen.

Hann væntar tó, at byrjað verður hvørja løtu uttan at seta klokkutíð á. Fyrstu bátarnir eru farnir út á startin nú, og fyrstu tveir róðrarnir eru barnaróðrar, sum vanliga verða avgreiddir upp á ein tíma, so tað merkir, at helst verður róðurin hjá teimum vaksnu ikki byrjar fyrr enn klokkan nærkast fýra, skrivar KVF.fo á heimasíðu sínari. 

Róðurin kann síggjast beinleiðis í KVF. 

Harleywoodpaint