Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kaos í Hvalvík: Barnaróðurin avlýstur

Jákup Ósá

Tað er trupult at fáa greiðu á, hvat vendur upp og niður í Hvalvík, har FM kappróður skal vera á skránni í dag.

Tað er kaos í Hvalvík, har FM kappróður er í dag. Kappróðurin skuldi byrja kl. 15.00, men misskiljingar millum RSF og fyrireikararnar av Sundalagsstevnuni hava gjørt, at kappróðurin er nógv seinkaður. Tað hevur m.a. merkt, at barnaróðurin er avlýstur, tí umstøðurnar fyri at leggja startin ikki vóru til staðar. Nú er ætlanin, at byrja FM kappróðurin, tá starturin er klárur, og tað var hann heldur ikki kl. 15.00. 
Tað kann heldur ikki avskrivast, at allur róðurin í dag verður avlýstur og útsettur til annan dag. Tí mett verður, at tað verður í fyrsta lagi kl. 16.30, at fyrsti róðurin kann byrja.