Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðsøki aftur av íslandsmiðunum við fullari last eftir tólv døgum

Oliver Joensen

Norðlýsið var í góðveðrinum á Kunoyrarkaj og tók ímóti Norðsøka, tá hann kom suður ígjøgnum Kalsoyarfjørð, søkklagin í dag.

Heri Vang, sum hevur avloyst pápa sín, Eyðólv Vang hendan túrin sigur, at túrurin hevur gingið framúr væl. Vit fóru av Klaksvik 2. juni, byrjaðu at fiska 4. og fóru at sigla 11. Hava sostatt roynt í 8 dagar og hava fingið fult skip, eini 80.000 pund at stórum og góðum upsa.

Vit hava havt sera gott fólk hendan túrin, so alt hevur gingið slag í slag. Men sjálvandi, tað hevur staði á, ti upsin er sera stórur og tí hevur verið tungt at tikið inn. Kanska serliga seinasta dagin, tá upsarnir vóru sum nísur at kalla. Jú hýrurin er góður, tí vit hava gjørt ein góðan túr, sigur Heri Vang, skipari at enda. Heri er annars maskinmaður av útbúgving tí var Árni Zachariassen flaggskipari á túrinum.