Tað er eingin loyna, at tað serliga eru tey eldru fólkini, ið hava stóran áhuga fyri kongshúsinum.
Margreta Drotning vitjaði í gjár á Boðanesheiminum, har hon fekk eina hjartaliga móttøku.
Uttanfyri stóðu fólk í góðveðrinum og tóku ímóti, og tey ið áttu ein riddarakross ella eitt heiðursmerki at heingja uppá seg, høvdu funnið hesar skreytlutirnar fram til høvið. Ein teirra var 90 ára gamli Jóhannes Runbeksen, fyrrverandi stjóri á Telegrafstøðini.
Tá vit spurdu hann, hví hann hevði fingið riddarakrossin, segði hann, at tað fingu allir stjórarnir á Telegrafstøðini, og longri var tann søgan ikki.
Inni á Boðanesheiminum var ein drekkamuður bjóðaður og felagssangur var sungin saman við klavertónleiki.
Her eru nakrar myndir av Boðanesheiminum.




